Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atlantic Airways sigur í tíðindaskrivi

Oliver Joensen

Flogfarið RC 455, sum var ávegis úr Keypmannahavn til Føroya mikukvøldið, vendi aftur, tí flappskipanin ikki virkaði, sum hon skuldi, tá flogfarið skuldi gera seg til at lenda í Føroyum.


Flogfarið RC 455, sum var ávegis úr Keypmannahavn til Føroya mikukvøldið, vendi aftur, tí flappskipanin ikki virkaði, sum hon skuldi, tá flogfarið skuldi gera seg til at lenda í Føroyum.
 
Flogfarið fór aftur til Bergen, har tað kundi seta seg á einari langari flogbreyt. Flogfarið setti seg í øllum góðum á Flesland flogvøllinum kl. 22.30.
 
Eitt annað flogfar er ávegis  til Bergen eftir teimum 77 ferðafólkunum, og tey væntast at koma í Vágar um 2  3 tíðina í nátt.
 
Talan er um sama flogfar, sum trygdarlendið í Bergen leygarkvøldið. Flogfarið var tá eftirkannað sambært forskriftunum hjá framleiðaranum og fekk rættað eitt staðfest brek.
 
Flogfarið  eitt RJ 100 bygt í 1999  er fyribils tikið úr rakstri og fer til serligt eftirlit hjá Malmø Aviation í Svøríki.
 
 
 
 
 
A T L A N T I C  A I R W A Y S pf.
 
                                    Magni Arge, stjóri