Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atlantic Airways tikið um endan

Oliver Joensen

Hóast royndir, so eydnaðist tað ikki Atlantic Airways at fáa fólk frá Faroe Jet at hjálpa til at loysa trupuleikarnar í samband við seldar ferðir hjá Faroe Jet, sigur Atlantic Airways í tíðindaskrivi:

Í sambandi við at FaroeJet steðgaði øllum sínum virksemi leygardagin, hevur Atlantic Airways átikið sær ábyrgdina av at flúgva øll ferðafólkini, sum høvdu bílagt ferðaseðil hjá FaroeJet, áðrenn felagið gavst.
Atlantic Airways royndi at fáa starvsfólk hjá FaroeJet at halda á fram til jóla, men tað eydnaðist ikki.
Tað merkir í praksis, at starvsfólk hjá Atlantic Airways longu leygardagin, eftir at øll starvsfólk hjá FaroeJet fóru til hús, mannaðu flogfarið hjá FaroeJet. Talan er um seks túrar við ferðafólki fram til jóla, fýra túrar eftir jól umframt farmaflutning.
Somuleiðis tók Atlantic Airways um endan við ferðafólkunum, sum skuldu til Kosovo leygardagin farna, tá FaroeJet ikki fekk mannað sítt flogfar. Atlantic Airways fer kortini ikki at flúgva til Kosovo komandi leygardagar, tí henda flúgving hóskar ikki til virksemið, sum longu er avtalað frammanundan.

Tað skal tilskilast, at hetta ikki verður gjørt við vinningi fyri eyga, men fyri at tryggja, at ferðafólk, sum hava bílagt ferðaseðil í góðari tíð og trúgv, ikki verða við skerdan lut. Øll í felagnum hava strekt seg langt fyri at fáa hetta at bera til. Tíverri hevur flogfarið hjá FaroeJet og teirra manningar ikki verið tøk at hjálpa til.

Vegna Atlantic Airways

Magni Arge