Nógv rokan er í KÍ-høllini, Badmintonhøllini og á økinum kring hallirnar. Fyritøkur rokast við at rigga seg til at hitta síni viðskiftafólk. Tað hevur gingið sum eftir ánni at fáa alt upp at koyra.
Hetta er størsta stevnan av hesum slag í Klaksvík nakrantíð, so her er sera nógv at síggja og ikki minst eru stórir møguleikar at koma á tal vit tær meira enn 150 fyritøkurnar, ið eru umboðaðar á stevnuni hesaferð.
Týsmorgunin kl. 10,00 verður stevnan sett. Fyrireikararnir siga, at teir rokna við mest stórari vitjanarfjøld í ár.
Veðurmenninir boða frá góðum veðri, eitt karr av útnyrðingi og turt.




