Atlantic Fair tíðindi: Eitt breiðari fokus er gott, og vit eru spent at síggja hvussu nýggja Atlantic Fair kemur at vera, sigur vinnu- og mentanarstjórin í Klaksvíkar Kommunu, Palli Ziskason.
Vinnu- og mentanarstjórin hjá Klaksvíkar Kommunu, Palli Ziskason, gleðir seg til Atlantic Fair frá 12. til 14. mai, tí hetta er ein stevna sum bæði vísir hvat sum sjóvinnan er, og hvat hon kann gerast til.
– Hesaferð er alt tað maritima økið málið fyri stevnuni, og tað passar gott fyri Klaksvík. Vit hava fiskivinnuna, men vit hava sanniliga eisini nógvar aðrar vinnur sum bjóða seg fram á maritima økinum, sigur Palli Ziskason.
– At Atlantic Fair er blivin til eina maritima stevna ger eisini at møguleikin er at fáa eitt breiðari úrval av framsýnarum, og at tað eru fleiri sum kunnu hava áhuga í at koma at vitja. Nú er talan um alt frá fiskivinnu, farmavinnu, frálandavinnu og so víðari. Tað ger at vit kunnu fáa eitt betri innlit í hvat hendir á maritima økinum, sigur hann.
Palli Ziskason sigur at sjálvt um oljuvinnan í løtuni er í einum aldudali, so er nógv sum hendir har og sum eigur at hava áhuga.
– Tær maritimu vinnurnar ganga upp og niður, og vit vita at tær flestu vinnurnar koma seg upp úr aldudalunum aftur, og tá skal ein vera fyrireikaður til at taka ímóti framburðinum í einum býi sum Klaksvík. Og tað eru fólk í vinnuni greið yvir, og í kommununi eru vit eisini vakin, sigur hann.
Vinnu- og mentanarstjórin heldur at ein stevna sum Atlantic Fair hevur stóran týdning fyri Norðoyggjar, eystara partin av Eysturoynni og serliga Klaksvíkina.
– Vit búgva í einum øki har nógv hendir á maritima økinum, og Atlantic fair er eitt høvi hjá okkum at vísa hvat vit hava av møguleikum her, samstundis sum vit fáa fyritøkur og fólk hendanvegin. Vit fáa íblástur, og saman kunnu vit byggja upp samstørv sum eru øllum til fyrimuns, sigur Palli Ziskason.




