Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atlantic Helicopters á Grove feltinum í Onglandi

Oliver Joensen

Í samstarvi við Bristow Helicopters flýgur 212 tyrlan hjá Atlantsflog nú arbeiðisfólk út á boripallar við markið millum Holland og Ongland.

Hans Erik Jakobsen, leiðari á Tyrludeildini hjá Atlantsflog sigur við Norðlýsið, at teir júst eru komnir til Norwich í suðuronglandi.

Higani skal 212 tyrlan hjá Atlantic Helicopters flyta fólk út á boripallarnar á Groveøkinum við hollendska markið. Flúgvingin er fingin í lag í samstarvi við Bristowe Helicopters, ið hevur leigusáttmála við Atlantic Helicopters. 212 tyrlan hjá Atlantsflog flýgur við føroyskari manning. Í løtuni eru umframt Hans Erik Jakobsen, Jens Chr. Jensen, John Johannesen, Fróði Poulsen og júst ídag var tekniski leiðarin á tyrludeildini William Smith eisini í Norwich.

Flogið verður hvønn morgun út á tyrlupallarnar við fólki og síðani eftir fólki aftur um kvøldarnar.

Um flúgvitúrin niður til Norwich sigur Hans Erik Jakobsen, at tað var eitt sindur turbulent úr Føroyum til Sumburgh. Hagani gekk leiðin til Aberdeen og síðani var av besta summarveðri allan vegin suður yvir Onglandi.

Atlantic Helicopters hevur sera gott samstarv við ensku oljuvinnuna og fleiri fyrispurningar um flúgving á økinum.