Um 10-11 tíðina í kvøld, verður Atlantic Navigator á Fuglafirði, har hann skal bunkra olju. Helst verður steðgað einar tríggjar tímar.
Í løtuni hevur Atlantic Navigator einar 40 fjórðingar at sigla, til hann er á Fuglafirði. Norðlýsið frættir, at Atlantic Navigator hevur um 560 tons av surimi og 250 tons av mjøli inni, sum skilst hava teir umborð ikki verið heilt nøgdir við gongdina í framleiðsluni enn, men sagt verður tó at tað hevur gingið nøktandi. Skipið kemur eftir ætlan inn aftur 16. januar, tá veiðan skal leggjast upp í Klaksvík.




