Fiskaríið hjá Atlantic Navigator hevur verið gott hendan túrin og teir eru væntandi á Klaksvík mánadagin ella fyrst í komandi viku.
Sum sagt hevur gingið væl við fiskarínum, sjálvt um fiskiskapurin hevur verið nakað lakari seinastu dagarnar.
Teir royna einar 40 fjórðingar suður úr Munkinum og veðrið er ikki av tí besta í løtuni. Teir hava eini 1600 tons inni nú og hava helst fulla last sunnudagin ella mánadagin.
Sjálvt um fiskaríið hevur verið lakari seinastu dagarnar, so verður roknað við at næsti túrurin skuldi eisini kunna verið ein skjótur túrur tá svartkjafturin fer gjøgnum Bankarennuna.




