Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atlantic Navigator á Klaksvík um vikuskiftið

Oliver Joensen

Ímorgun royndi Atlantic Navigator einar 20 fjórðingar norður úr Kallinum. Hóast fiskiskapurin hevur verið heldur lakari nú, so hevur túrurin verið góður.

10. mai fór Atlantic Navigator av Klaksvík á fiskiskap og vit frætta at fiskiskapurin hevur verið heldur lakari hendan túrin enn túrarnar frammanundan. Tó kann ikki sigast annað enn at teir higartil hava havt ein hampuliga góðan túr, tí teir hava um 1100 tons av surimi inni og harafturat útivið 400 tons av mjøli.
Atlantic Navigator verður væntandi á Klaksvík um vikuskiftið ella so.