Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atlantic Navigator á Pollinum í kvøld

Oliver Joensen

Fyri løtu síðani, var mobbáturin hjá Atlantic Navigator við kaj í Klaksvík, við fólki sum skuldi í land av skipinum og eftir fólki, sum skuldi í land.

Atlantic Navigator var á Pollinum í kvøld, ørindini vóru at seta nakrar teknikarar í land, sum høvdu verið umborð fyrstu vikuna til nógvu ymisku teknisku útgerðinga umborð. Hetta gjørdi, at øll manningin ikki kundi fara við beinan vegin, og tí fóru 9 fólk við mobbátinum út á Atlantic Navigator í kvøld.
Higartil er ikki nógv komið í lastina, tí tíðin hevur verið nýtt til at justera og tilpassa tær nógvu ymisku maskinurnar, men Norðlýsið frættir, at nakrar maskinur eru eftir at rætta inn, nú Atlantic Navigator fer útaftur, so roknað verður við at framleiðslan fer at ganga sum hon skal um fáar dagar.