Nakrar minuttir eftir kl. 18.00 í kvøld, varð Atlantic Navigator leysur av Djúphavnini í Ánunum á veg til fiskiskap.
Í skrivandi stund hoyra vit floytuna á Atlantic Navigator á Pollinum, á veg á nýggjan túr.
Norðlýsið frættir, at tað ljóðar frá góðum svartkjaftafiskiskapi sunnanfyri, so saman við teimum, sum nú fara við, vóna vit at tey fáa ein góðan túr.
Vit fara her á síðuni at royna at frætta frá teimum av og á.




