Leygarkvøldið fekk Atlantic Navigator ein ógvusligan sjógv inn á bakborðssíðu
Tað hevur verið av allar ringasta veðri hjá Atlantic Navigator hendan túrin.
Fyrst fingu teir ein sjógv inn á stýriborðssíðu fríggjadagin, har skipið fekk eina buglu. Men leygarkvøldið fingu teir ein nógv ógvusligari sjógv á bakborðssíðu, og tá avtornaði var ein bugla komin í bakborðssíðu, sum er um 10 metrar long og umleið 30 cemtimetrar djúp. Hetta var júst tá skipið var byrjað at sigla heim, og tí varð lagt bakk aftaná skaðan, til líkindi vóru at fara at sigla aftur.




