Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atlantic Navigator fingið ger frá donsku sjóverjuni

John William Joensen

Í morgun, triðja jóladag, fekk Atlantic Navigator vitjan av donsku sjóverjuni.

Fyri Atlantic Navigator var tað ein positiv uppliving at fáa vitjan av teimum, tí kokkarnir nýttu høvið til at spyrja sjóverjuna, hvussu teirra støða við geri var, nú gerið var við at ganga undan umborð.
Tað skuldi ikki standa á at faá fatur á ger, og eftir at eftirlitið varð gjørt umborð, varð stimað umborð á danska verjuskipið eftir nóg mikið av geri, so manningin á Atlantic Navigator kann fáa breyð og annan bakstur, tað sum eftir er av túrinum.