Vit frætta frá Atlantic Navigator, sum saman við hinum svartkjaftaskipunum er vesturi ímóti íslendska sjómarkinum, at fiskiskapurin er brúkiligur.
Ein vika var í gjár, síðani Atlantic Navigator fór av Klaksvík og sum Norðlýsið skilir, so hevur fiskiskapurin verið brúkiligur. Veðrið er nakað sjaskut í kvøld, men tað frættist at væl sær út fyri fiskiskapinum eisini komandi dagarnar. Sum sær út í løtuni, so kunnu vit kanska vænta ein túr sum tann seinasta.
Tey umborð á Atlantic Navigator biðja okkum heilsa heima og siga, at tey hava tað øll gott, hóast vindurin er um 18 metrar um sekundið íkvøld.




