Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atlantic Navigator nýggjan túr

(Norðlýsið – Tíðindi)

Mánadagin fór Atlantic Navigator nýggjan túr.

Mánadagin klokkan 16.00 mynstraðu teir umborð á Atlantic Navigator. Klokkan 20.00 fóru teir ein nýggjan túr. Manningin telur 108 fólk hendan túrin. Av tí at summarið er komið, vóru tað umleið 45 av manningini, ið ynsktu at fáa feriu hendan túrin. Hóast so nógv eru farin í feriu, so vóru tað áleið 20 sum royna seg á fyrsta sinni umborð á verksmiðjuskipinum.

Seinasti túrur byrjaði 10. mai tá Atlantic Navigator fór av Klaksvík. Fiskiskapurin var heldur lakari hendan túrin enn túrarnar frammanundan. Hóast hetta royndist túrurin hampiliga væl.