Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atlantic Navigator siglir heim

Oliver Joensen

Veðrið hevur verið stak gott hjá teimum seinastu dagarnar og teir hava um 1400 tons av surimi og 430 tons av mjøli, nú teir koma heim.

Um middagsleitið ídag, fór Atlantic Navigator at sigla heim. Teir fóru av klaksvík 3. januar, so tað má sigast at hava gingið væl hjá teimum hendan túrin, sjálvt um teir leitaðu nakað í byrjanini av túrinum.
Atlantic Navigator kann vera á klaksvík á miðdegi týsdagin, men roknað verður við at teir fara at koma at í Ánunum týsdagin ella mikudagin, tað veldst um veður og umstøður annars.
Manningin fæst við at gera skipið klárt og letur heilsa heima, vit hava tað øll gott, verður sagt av Atlantic Navigator.

Harleyfacadeacryl