skrivar norska blaðið "Aftenposten", sum var við tá stoltleikin hjá Røkka fekk heimstað í Klaksvík
Undir yvirskriftini: "Røkke tilbake til utgangspunktet", skrivar Aftenposten
at Kjell Inge Røkke var móttikin sum ein hetja tá han kom til Klaksvíkar sunnudagin.
Blaðið festi seg við at Borgmeistarin í røðu sínari segði at býurin var stoltur av at vera heimstaður hjá Atlantic Navigator.
300 arbeiðsplass.
Blaði siterar Røkka fyri at siga at nú skal verkætlanin í Føroyum tjena pengar, og tí hevur hann sett sín stoltleika inn í Føroyum, – hetta skipið sum var kent fyri at vera "verdens råeste fangstmaskine".
Skipið far eina manning sum telur 200 mans deilt yvir tvey skift. Harafturat rokarn Aker Seafoods við at ringvirkningarnir uppi á landi svara til onnur 100 arbeiðspláss.
Tá trolarin nú siglir undir føroyskum flaggi kunnu útlendingar bert eiga ein triðjing og tí er restin selt til JFK trol.
– Hetta er stórsta "enkeltstående" fiskarríverkætlanin í Føroyum nakrantíð sigur stjórin á Aker Seafood, Trond Villiksen.
Les meira:
www.aftenposten.no




