Atlantic Navigator er nú einar 30 fjórðingar suður ur Akrabergi. Ætlanin var at royna nakað meira, men veðrið var ringt í løtuni og tí var avgjørt at sigla heim.
Nú Atlantic Navigator hevur gjørt av at slutta túrin av, hava teir 1280 tons av surimi inni og um 480 tons av mjøli. Teir mynstraðu 7. mars, so túrurin hesaferð hevur verið júst undir ein mánað. Hóast teir nú eru nær landi, so vera teir ikki inni fyrr enn til arbeiðistíð leygarmorgunin og tíðin til leygarmorgunin verður nýtt til at vaska og gera skipið klárt til næsta túrin, tí eftir ætlan fer Atlantic navigator longu aftur til fiskiskap sunnukvøldið ella mánadagin.
Svartkjafturin fer nú at taka seg upp í føroyskum sjógvi og vit frætta frá hinum svartkjaftaskipunum, at tey liggja og bíða eftir veðri einar 130 fjórðingar í ein útsynning úr Akrabergi. Nógvur vindur er á leiðini júst í løtuni, einar 25 til 30 metrar um sekundið.




