Í løtuni liggur Atlantic Navigator út fyri Svínoyarvík, har teir gera skipið klárt til næsta túr og at leggja veiðuna upp. Hetta er rekordtúrur hjá skipinum.
Hetta er størsta nøgdin, sum skipið nakrantíð hevur havt í lastíni síðani tað var bygt. Útivið 2000 tons bleiv veiðan hendan túrin, 1420 tons av surimi og 505 tons av mjøli. Atlantic Navigator verður á Klaksvík í nátt kl. 03 eftir ætlan og byrjar síðani at leggja veiðuna upp. Farið verður aftur til fiskiskap skjótast gjørligt.




