Tað frættist at felagið hjá Atlantic Navigator arbeiðir við at keypa skipini Seanne, Bettinu og June D.
Fáur man vera í iva um, at veiðan hjá Atlantic Navigator er burðardygg og Norðlýsið frættir at felagið hjá Atlantic Navigator roynir at keypa ídnaðarskipini Seanne, Bettinu og June D. Hetta tí at skipini hava loyvi til at fiska svartkjaft. Verður hetta veruleiki, so koma enn fleiri loyvi til Norðoyggjar.
Sum skilst, so eru ikki allir í vunnuni samdir um loyvini, men tað verður helst fiskimálaráðharrin, Bjørn Kalsø, sum við loyvum sínum kemur ávirka um handilin verður til nakað ella einki.
Tað ljóðar samstundis, at eigararnir av skipunum fáa lítið ella einki burturúr, men møguliga fáa panthavarar úr Noregi nakrar krónur, um hesin handilin verður veruleiki.




