Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atlantic Rhapsody. Ein dagur í Havn fyri 20 árum síðani.

John William Joensen

– Vart tú við? Ella kanska systir tín? Mamma tín, pápi tín? Omma, abbi, gumma, stjórin, grannin?

Kom til sýningarnar í Havnar Bio tá Tórsfagnaður verður í Havn 20. juni 2009. Sýningarnar verða kl 15:30 og kl 17:15.

Kom og síggj løgmann sum stuntman, Budam sum smádrong, Elis áðrenn hann varð útvarpsstjørna, rektaran í Hoydølum sum ungan poet – og mong, mong onnur "på slap line".
"Atlantic Rhapsody" er eitt slag av filmsstafett gjøgnum ein dag í Havn, har ein persónur, ein bilur, ein bóltur, ein telefonsamrøða ella eitthvørt annað førir áskoðaran frá einari senu til ta næstu.
Atlantic Rhapsody er fyrsti og higartil einasti føroyskt fíggjaði spælifilmurin, ein sonevndur low-budget-filmur, ið kostaði einans 1,7 miljónir at gera.

Tað er í roynd og veru óðamannaverk at gera film fyri so fáar pengar, men við treiskni og áhaldni og ikki minst við ómetaligari vælvild frá teimum fleiri enn 100 leikarunum, ið allir arbeiddu ókeypis, og frá havnarfólki annars og frá fyritøkum, stovnum o.ø. ið uttan at blunka læntu filmsliðnum hús, bilar o.a., eydnaðist kortini at gera ‘óðamannaverkið’ til veruleika. 

Tá filmurin varð sýndur í Norðurlandahúsinum, Sjónleikarhúsinum og kring landið í 1989, fór maður av húsi í biograf. Við útivið 10.000 seldum atgongumerkjum yvirhálaði hann so dyggiliga tey bæði stóru biografhittini tað árið – "Rambo" og Oscar-vinnaran "Out of Africa". 

Filmurin varð eisini væl fagnaður úti í heimi. Í Lübeck í Týsklandi vann hann fyrstuvirðisløn á árligu filmsstevnuni har, og hann varð sýndur á hópin av filmsstevnum um allan heim, bæði í Evropa, USA og Suðuramerika. Í Norra gjørdist hann kultfilmur í norsku filmsfeløgunum. 

Føroyingar vóru tó ikki allir so fegnir um filmin. Í einum lesarabrævið stóð m.a. hetta at lesa: 

"Um ætlanin var at spilla Havnina út og sýna tað ljótasta og skammleysasta, ið filmast kann har og í Føroyum, so er tað eydnast væl. (…) Teir Føroyingar, eg havi talað við um filmin, hava ógvast við, hvat tey hava sæð og hoyrt og kalla filmin eitt skemdarverk." 

"Atlantic Rhapsody – 52 myndir úr Havn" er spælifilmur eftir Katrina Ottarsdóttur. Filmurin, ið varir 75 minuttir, varð frumsýndur á norðurlendskari filmsstevnu, sum Filmsfelagið skipaði fyri í Norðurlandahúsinum í 1989. 

Á myndini sæst Katrin Ottarsdóttir, filmsleikstjóri, við klapptrænum, ið varð brúkt undir upptøkunum av Atlantic Rhapsody. Seinni í ár verður Katrin liðug við triða filmin í røðini um menn úr Havn. Tann filmurin verður um skaldið Jóanes S. Nielsen. Frumsýningin verður partur av skránni hjá 100 ára haldinum í Tórshavnar kommunu.

Atgongumerkjaprísurin fyri Atlantic Rhapsody í Havnar Bio Tórsfagnaðin 20. juni er 50 krónur. 

Tiltøkini á Tórsfagnaðinum í Havn 20. juni 2009 eru partar av 100 ára haldinum hjá Tórshavnar kommunu. Tiltøkini síggjast á heimasíðuni torshavn.fo