Triði filmurin í vetur, er Svenski "Om Jäg Vänder Meg Om" (Daybreak), sum vann 4 Guldbagevirðislønir í 2004. Útgávudagurin er settur til 02-02-2005, og hann verður sýndur í Atlantis týskvøldið tann 08. februar kl. 20:00
Daybreak
(Om jäg vänder meg om)
Slag : Drama
Spælilongd : uml. 115 min.
Leikarar : Pernilla August, Jacob Eklund, Peter Andersson, Leif Andree, Jan Coster
Svenski filmurin Om Jäg Vänder Meg Om (DAYBREAK) vann 4 Guldbagevirðislønir í 2004
Daybreak er ein filmur um fólk í skiftandi umstøðum. Søgan lýsir tørvin at yvirliva; ein søga um kærleika sum er sterkari enn hatur.
Agnas og Rickard skulu flyta í annan bý at búgva. Stutt áðrenn tey flyta, bjóða tey vinfólki yvir til eina máltíð, men komandi náttin kemur at broyta lívsleið teirra.
Anders sum er múrari, arbeiðir alt hann er mentur fyri at forsyrgja familjuni. Eina náttina fær hann bjóða eitt arbeiði, sum verður lønt við ovurhonds stórari upphædd. Sjálvt um familjan mótmælir, klárar Anders ikki at lata hendan møguleikan fara.
Anita hevur ikki sæð fyrrverandi mann sín síðan hann gifti seg kvinnu, ið er fimmogtjúgu ár yngri, trý ár frammanundan. Nú hittir hon hann knappliga, og kanska fær hon møguleikan at rætta endan av teirra hjúnalagið.




