7. desembur kl. 19:30 verður farið aftur í 1950-60 árini til Atlantis Backstage. – Rudolf Joensen fer at hugleiða um hvussu tónleikalívið tók seg upp í Klaksvík við serligum denti á lokalu rokksøguna.
7. desembur kl. 19:30 verður farið aftur í 1950-60 árini til Atlantis Backstage.
Rudolf Joensen fer at hugleiða um hvussu tónleikalívið tók seg upp í Klaksvík við serligum denti á lokalu rokksøguna.
Atlantis spældi fyrstu ferð til dans í Atlantis Bio, fyrsta sunnukvøldi í 1964, skrivar Vilhjalmur Hansen (Villi) . Rudolf fer eisini at hava eina samrøðu við Villa, sum spældi bas við Atlantis. Fleiri av teimum gomlu lokalu rokk legendunum verða eisini við.
Húsorkestur kemur at spæla tónleik frá 1960 árunum!
Skjøtul verður settur á fyrireikandi arbeiði við at seta á stovn eitt lokalt rokkmuseum í Klaksvík. Sum dømi kunnu nevnast ein framsýning av øllum tí tónleiki, sum er givin út av klaksvíkingum, umframt framsýning av legendariska Fender Precision bassinum hjá Niels í Horni frá 1962 og bass forsterkaranum hjá The Birds, sum varð keyptur í 1969 og sum tað tók eitt heilt ár at gjalda aftur.
Ókeypis atgongd. Avmarka pláss.
Áhugað kunnu boða frá luttøku við at ringja tlf. 457151 ella umvegis boð á Facebook-síðuni hjá Spaniastova.
Leikakafé bjóðar ábit og okkurt leskandi.




