Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atlantis: Gunnar Mikkelsen við bólki úr DK.

Høgni Klakkstein

Fríggjakvøldið kl. 22:00 verður konsert í Atlantis, talan er um Gunnar Mikkelsen við egnum bólki úr DK.

 
Gunnar Mikkelsen við donskum bólki í Atlantis
Nú fríggjakvøldið verður konsert við Gunnar Mikkelsen í Atlantis. Gunnar varð í Klaksvík á Summarfestivalinum, har hann saman við Show Monnum spældi til dans, men hesaferð hevur Gunnar sín egna bólk við, hetta við egnum bólki hevur leingið verið eitt ynski hjá Gunnar, og er hesin bólkur mannaður av dønum. Gunnar hevur givið eina fløgu út fyri kortum, tólv løg eru á hesu fløgu, og skjótt gjørdist lagið Haunted Honeymoon eitt sokallað hitt, men í seinastuni hevur lagið Captain’s Song eisini klára seg sera væl í Danmark. Bólkurin hevur eisini spælt til ymisk tiltøk í Danmark í seinastuni, og nú leggja teir leiðina framvið Føroyum og harvið eisini Klaksvík. Teir fara á pallin í Atlantis kl. 22:00 nú fríggjakvøldið. Vit kunnu leggja afturat at leygarkvøldið spæla teir í Mentanarhúsinum í Fuglafirði .Atgongumerki á Kr.100,- fáast á Shell og í húsinum ein tíma áðrenn konsertina.