Talan er um ungdóms teaturbólk úr Odense, sum er víða gitin, og hevur havt framførðslur í m.a. Kina, Hollandi, Belgu, Týsklandi og Onglandi. Tey framføra á enskum, týskum og donskum.
Sum kunnugt er 2005 H. C. Andersen-ár – Tað verður gjørt nógv burturúr serliga í Danmark / Odense, men eisini úti í heimi. Eisini er ætlanin at gera nakað burturúr her heima og hevur Norðurlandahúsið sett tiltøk á skrá við H. C. Andersen.
Klaksvíkar býráð hevur saman við Atlantis og skúlunim fingið fatur á H. C. Andersen Paraduni og spurt seg fyri, um møguleiki er hjá teimum at koma til Føroya at framføra ævintýrleikir eftir H. C. Andersen, sum er teirra dagligdagur.
Tey framføra í serligum búnum, sum hoyra ævintýrunum til og hava sermerkt seg við gjøgnumførdari skrá og hegnisligari samanseting úr flestu ævintýrunum eftir H. C. Andersen.
Tey kunnu bert vera í Føroyum: 4. til 6. februar 2005; tí alt komandi ár eru tey upptikin. Ætlanin er, at tey framføra í skúlunum í Klaksvík, Atlantis, SMS og møguliga eisni í Norðurlandahúsinum.
H.C. Andersen Paradan kemur at framføra í Atlantis tann 04. februar kl. 16:00 og aftur kl. 20:00.
Avmarkað atgongd!
Atgongumerki eru at fáa á Shellstøðini í Klaksvík. Kostn.: Børn kr. 50,-. Vaksin kr. 100,-.




