Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atlantis: H.C. Andersen Paradan í Klaksvík

Høgni Klakkstein

Ein leikur fyri alla familjuna. Í Atlantis fríggjadagin tann 04. februar.

H.C. Andersen Paradan í Klaksvík

 
Sum kunnugt er 2005 H. C. Andersen-ár  – Tað verður gjørt nógv burturúr serliga í Danmark / Odense, men eisini úti í heimi. Eisini er ætlanin at gera nakað burturúr her heima.
 
Klaksvíkar býráð hevur saman við Atlantis og skúlunum fingið fatur á “H. C. Andersen Paraduni” og spurt seg fyri, um møguleiki er hjá teimum at koma til Føroya at framføra ævintýrleikir eftir H. C. Andersen, sum er teirra “dagligdagur”. Tey kunnu bert vera í Føroyum: 4. til 6. februar 2005; tí alt komandi ár eru tey upptikin.
 
Talan er um ungdóms teaturbólk úr Odense, sum er víða gitin, og hevur havt framførslur í m.a. Kina, Hollandi, Belgiu, Týsklandi og Onglandi. Tey framføra á enskum, týskum og donskum. Tey framføra í serligum búnum, sum hoyra ævintýrunum til og hava sermerkt seg við gjøgnumførdari skrá og hegnisligari samanseting úr flestu ævintýrunum eftir H. C. Andersen.
 
“H.C. Andersen Paradan” kemur at framføra í Atlantis tann 04. februar kl. 16:00 og aftur kl. 20:00.
Avmarkað atgongd. 
Atgongumerki eru at fáa á Shellstøðini í Klaksvík.