Aftur í ár verður skipað fyri beinleiðis leygarkvøldssendingum úr Atlantis í Klaksvík. tann fyrsta verður leygarkvøldið tann 17. september
Aftur í ár verður skipað fyri beinleiðis leygarkvøldssendingum úr Atlantis í Klaksvík. Í fyrstu sendingini, ið fer av bakkastokki komandi leygarkvøld kl. 19.05, verður gesturin Niklas Heri Jákupsson, meðan Nicolina Rubeksen verður solisturin á Musikcafé’ini. Fasta húsorkestrið manna Magni Husgaard, Eyðun Nolsøe, Mikkjal Hvannastein og Jens Pauli Joensen. Vertur er Gunnar Nolsøe.
Atgongumerki á 50 kr. kunnu keypast á Shellstøðini í Klaksvík ella í Atlantis hálvan tíma undan filmssýningum.




