Í morgun var fundur í býráðshúsinum um Atlantis og sambart leiðaranum fyri Atlantis var niðurstøðan at býráðið ikki ætlar at stongja Atlantis.
Í morgun hevur leiðslan í býráðnum og leiðarin í Atlantis sitið á fundi og fyri løtu síðan eydnaðist at fáa fatur á leiðaranum, Høgna Klakkstein.
– Eg havi á fundi í morgun fingið at vitað frá borgarstjóranum at býráðið fer at velja nýtt stýri at stjørna Atlantis. Harafturat varð sagt at býráðið hevur ongar ætlanir um at stongja Atlantis – men samstundis varð sagt at ætlanin var ikki at taka samtykta niðurskurðin í játtanini til stovnin aftur.
– So eg má siga sum er at støðan er framhaldandi trupul og einasta ítøkiliga er at býráði nú fer at velja nýtt stýrið
Meira um hetta seinri.




