Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atlantis sýnir nú næsta filmin frá Klipp

Høgni Klakkstein

Hesaferð er tað ein Íslendski filmurin Kalda Ljós, sum verður sýndur týskvøldið 18. januar kl. 20:00


Cold Light

Slag :
   Drama

Spælilongd :
   uml. 90 min.

Undirtekstir:
   Enskur

Leikarar :
   Ingvar Eggert Sigurðsson, Kristbjørg Kjeld og Ruth Olafsdottir

Um filmin : Hvat hevði verið betur enn at vita hvat framtíðin hevði at bjóða? Og hvat kundi verið verri? Ein  barndómur við nógvum kærleika fær ein bráðan enda tá ein katastrofa hendir: Ein katastrofa sum barni visti fór at koma, men ikki megnaði at fyribyrgja.
Ein 40 ára gamal maður hevur fjalt seg í einum sjálvgjørdum fongsli av einsemi. Søga hansara byrjar tá hann endaliga gerð upp við seg sjálvan, og skapar sær ein áhuga fyri lívinum hjá øðrum: Sína egnu næstan óhugsandi fortíð. Sum hann trilvandi skavar í øskuni, finnur hann ljósið og tí lukku sum bíðar honum, og hesin, næstan sjálvsagt kaldi, filmurin bankar uppá lívs dyrnar og avgjørt vísur seg sum eitt upplyftandi listaverk.      

Legg til merkis : Av tí at eintakið av filminum (film spolarnir) sum Klipp skuldi fáa, er sent til frumsýning í USA, fáa Klipp og Atlantis filmin á Beta SP bandi. Hetta merkir at film maskinan og nýggja surround anleggi kunnu ikki nýtast til hesa sýning, ístaðin verður tað uppvørpa og stereo ljóð sum verður nýtt til at endurgeva henda filmin. Tískil livur mynda og ljóðgóðskan kanska ikki upp til tann annars høga standard, sum Atlantis vanliga borgar fyri. 


Atgongumerki fáast á Shell í Klaksvík, og í húsinum hálvan tíma undan hvørjari sýning. Vit gera vart við, um atgongumerki skulu bíleggjast, so kann hetta einans gerast í húsinum hálvan tíma undan sýning.
  

Harleyfacadeacryl