Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atlantis verður opið

John William Joensen

Skal ein býur verða í menning er neyðugt at vit hava nøkurlunda tilboð til tey ung, ið her vaksa upp.

Hetta er sera einfalt. Um børn og ung frá 12 til 20 ára aldur føla at tað vóru eingi góð tilboð til tey meðan tey vóru ung, so føla tey lítið og einki fyri býnum og yvist eg onga løtu í, at ein av orsøkunum til at ein stórur partur av ungdóminum ikki kemur aftur er nevniliga tað, at tað ikki vóru nøktandi tilboð til tey, tá tey vóru ung. Og lukkar man so tað syndri, sum man hevur at bjóða so flyta hesu ikki aftur til Klaksvíkar eftir lokna útbúgving.

Atlantis skal útbyggjast
Tey sum hava veri inna á heimasíðu mínu síggja at eg í stevnuskránni havi skriva: Atlantis skal útbyggjast so húsið kann nýtast til fleiri endamál. So einfalt kann tað sigast. Vit eru mong í nýta Atlantis og er tað mín vón, at vit kunnu fara undir at útbyggja hetta hús soleiðis at vit fáa eitt snotuligt og betur hús. Samstundis, sum Atlantis verður útbygd er hetta partur av at gera stadionøkið meira innilukka. 

Vit kunnu ikki steðga upp og gerðast ein útjaðari við ongum tilboðum orsaka av her og nú trupulleikum hjá sitandi býráð. Vit skulu víðari og hava visiónir og vilja til at menna heldur enn at lukka niður. Tíðin er ikki til at lukka okkara lítla biograf og mentunarhús. Kommunan hevur inntøkur uppá góðar 130 mió. Kr. Og røkka pengarnir ikki til, so er neyðugt at vit øll í Klaksvík fáa at vita hvat hevur gingið heilt galið hjá sitandi samgongu. Er tað so galið at Kommunan hevur akuttar gjaldføris trupulleikar so er at koma út og siga hetta. 

Vitja heimasíðu mína: 
www.omlassen.com

Vinarliga
Óli M. Lassen