Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atlantsflog fer at flúgva Hetland – London

Oliver Joensen

Sum skilst, so hevur Atlantsflog fingið konsessión uppá flúgving ímillum Hetland og London komandi summar og hetta fer helst eisini at hava við sær øktar møguleikar hjá føroyingum.

Um ein fer inn á ferðaseðlasøluskipanina Amadeus, har flestu útbjóðarar av rutum í europa selja lýsa sínar rutur, sæst, at Atlantsflog hevur í hyggju at flúgva Hetland – London í komandi ári. Norðlýsið skilir, at Atlantsflog hevur fingið konsessión uppá hesa rutuna, og hetta fer helst eisini at lata upp fyri nógv fleiri ferðamøguleikum hjá føroyingum.
Flogfarið skal helst fyrst lætta úr Føroyum, og hetta gevur føroyingum møguleikar, bæði at ferðast til Hetlands og London tvær ferðir um vikuna. Eftir tí, ið Amadeus skipanin veit, so fer Atlantsflog at flúgva mánadag og fríggjadag á hesi rutuni frá 23. juni og til 1. september í komandi ári. Men alt hetta verður helst kunngjørt ímorgin mikudagin, tá nýggja flogfarið, sum er tað 5. í røðini hjá Atlantsflog, fyri fyrstu ferð fer at lenda í Vágunum.
Nú Atlantsflog er vorðið so sterkt á føroyaleiðini ljóðar eisini, at vit kunnu vænta okkum onnur tilboð enn tey vit eru von við frammanundan. Eitt hugskot sum hevur verið uppi og vent, er at Atlantsflog í komandi ári fer at bjóða beinleiðis ferðir til fleiri stórbýir í Europa og so langt flogførini kunnu røkka, í komandi ári, men alt hetta fæst helst nærri at vita um ímorgin tá nýggja flogfarið lendir í Vágunum.