Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atli Danielsen á veg heim

John William Joensen

Tað var við stórum forvantningum at landsliðsleikarin fór til Sogndal, men hann fekk ongantíð møguleikan á fremsta liðnum.

Tá Atli Danielsen bráðliga í summar skifti frá KÍ til Sogndal var tað tí at føroyski landsliðsleikarin hevði fingið tilboð um at spæla á fremsta liðnum hjá norska felagnum.
– Eg fekk at vita at tað hastaði nógv tí teir stóðu og manglaðu leikarar vegna skaðar.
– Eg skuldi spæla á miðvøllinum og tí avgjørdi eg at taka av einum leigusáttmála.
– Eg var beinanvegin partur av hópinum og í næsta dystinum eftir at eg kom til Norra var eg settur á vøllin í umleið 20. minuttir.
– Síðani fóru eg heim aftur til landsliði og tá eg kom aftur til Norra fekk eg umleið hálvan tíma á liðnum hjá Sogndal. Eg vandi so alla tað næstu vikuna, men fekk síðani at vita, at teir ikki kundu brúka meg næstu dystirnar, tí eg aftur skuldi avstað við landsliðnum.
– Eftir dystirnar hjá Føroyska landsliðnum móti Frankarríki og Ísrael havi eg ikki verið partur av hópinum og havi bert spælt á eykaliðnum.

Angrar einki
Atli Danielsen er ein maður av fáaum orðum, sum vanliga ikki rópar hart, men í verki er trúfastur og áhaldandi.
– Skal eg siga sum er so havi eg lært nógv av hesum. Eg føli ikki at eg eri sloppin at vísa tað sum eg kann avrika. Tað eri eg sera skuffaður av.
– Men eg angri ikki at eg tók av tilboðnum tí eg havi lært nógv sum eg kann brúka í framtíðini.
– Eg eri framvegis partur av landsliðnum og fari tí at konsentrera meg um tað uppgávuna. Eg kann ikki spæla við KÍ liðnum, men eg kann kanska stuðla við at luttaka í venjinginum og tað ætli eg mær.

Harleywoodpaint