Javnleikurin í dystinum millum KÍ og EB/Str var rættvísur, tí hóast KÍ hevði bóltin nógv, so gjørdist tað ikki til nógvar málmøguleikar.
Málini:
Í 24. minutti Sonni L. Petersen 0-1
Í 61. minutti Atli Danielsen 1-1
Í 75. minutti Sorin Anghel 1-2
Í 87. minutti Atli Danielsen 2-2
Stutt um dystin
EB/Streymur kom betur frá byrjan og teir fyrstu málmøguleikararnir fullu til sundlagsliðið.
KÍ kom tó meiri við í dystin sum frá leið, men klaksvíkingar høvdu trupuleikar við at skapa málmøguleikar móti einum sera verjukendum EB/Str.
Felagsliði spældi upp á kontra og tá teir í 24. minutti løgdu seg á odda 1-0 kom tað sum ein kvøkkur fyri Klaksvíkingar.
Henda støða helt sær til hálvleiks og var tað eisini rættvíst tí teir á felagsliðnum vóru vandamiklari í atsøknunum.
Liðskiparin vísti vegin
Atli Danielsen gjørdist dagsins maður við tveimum sera góðum málum.
Serliga seinra málið var ein perla sum óivað verður kandidatur til ársins mál.
Í 87. minutti far KÍ fríspark beint uttan fyri brotsteigin úti í vinstra borði.
Atli Danielsen verður settur at skjóta. Bólturin fer skrúðandi niður í høgra tríkant uttan nakran møguleika hjá Gunnar á Steig at bjarga.
Les meira í blaðnum fríggjadagin




