Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atli Danielsen skal spæl við Sogndal móti Brann

John William Joensen

Hóast meiningin var at Atli skuldi til Brann so skal hann í morgin spæla á liðnum hjá Sogndal móti Brann.



Tá vit hittu Atla í morgun var hann júst komin á Hotell Lægreid í Sogndal.
– Í gjár fekk eg boð um at fara til Norra og eg skuldi spæla á liðnum hjá Sogndal móti Brann. Sum eg skilji so hava baði feløgini víst mær áhuga og í morgun var venjarin hjá Sogndal ímóti mær á flogvøllinum og koyrdi meg til hotelli.
– Eg skal venja í kvøld kl. 18 og dysturin verður í morgin.
– Síðani er venjing mánadagin og týsdagin og mikdagin flúgvi eg so heim aftur til Føroya.