Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atli Danielsen undirskrivað avtalu við KÍ

John William Joensen

Komandi tíðina fara vit at síggja fleiri leikarar til royndarvenjing

Palli Ziskason, stjóri í KÍ sigur, at felagið fegnast um, at Atli Danielsen hevur gjørt sáttmála við KÍ.
– Atli er ein stabilur leikari, sum vit eru sera fegnir um at kunna hava í felagnum. Atli var eitt skifti í Sogndal í fjør, og hann hevur framvegis ætlanir um at royna seg uttanlanda.
– Men so leingi Atli er í Føroyum, verður hann framhaldandi í KÍ, og so verður spennandi at vita hvat framtíðin hevur at bjóða.

Fleiri leikarar á veg?
Palli Ziskason sigur, at teir støðugt hava eygu og oyru opin, og tí kann roknast við, at fremmandir leikarar fara at koma hendanvegin til royndarvenjing.
– Vit hava júst havt  Sinisa Joanovic (serbi) til royndarvening, og vit eru somikið væl nøgdur við hansara avrik, at vit í løtuni arbeiða við at fáa sáttmála við hann. Fyrst mugu vit tó fáa neyðug lovvi frá myndugleikunum og tá tað er uppá pláss, kemur hann aftur til Klaksvíkar.
– Eisini eru aðrir útlend-ingar á veg, so vit fara uttan iva at síggja fleiri til royndarvenjing.
Fyrsti heimadysturin
So byrjar landskappingin aftur, og fyrsti heimadysturin hjá KÍ í Formuladeildini 2006 er veruleiki. Í samband við dystirnar hjá 1.liði eru eini 50 hjálparfólk og leikarar aktiverað, so um tað eru fólk, sum hava hug at hjálpa til við einumhvørjum, so eru tey vælkomin at bjóða seg fram, tí uppgávurnar eru nógvar, sigur Palli at enda við KÍ-tíðindi.

Harleywoodpaint