Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atli Gregersen: Ein fyrimunur at Ungarn fer eftir stórsigri

Jákup Ósá

(Budapest) Atli Gregersen heldur, at tað er ein fyrimunur fyri føroyingar, at Ungarn skal leypa á og vinna stórt.

Landsdysturin í Budapest verður hóskvøldið kl. 19.45 á Groupama Aréna í Budapest, sum tekur umleið 24.000 áskoðarar.

Svangir leikarar

Ein av royndu leikarunum hjá Føroyum, sum helst er sjálvskrivaður í uppstillingini hesaferð, er Atli Gregersen. Hann letur hampiliga væl at fyrireikingunum í Budapest.

– Hotellið er frálílkt, vøllurin á Puskas Ferenc Stadion minni góður og so høvdu vit trupulleikar við bóltunum, sum vóru bleytir og ringir. Annars haldi eg tað sær fínt út. Fyrsta venjingin var ógvuliga rólig. Tað verður eitt sindur alternativt við okkara uppstilling nú fleiri broytingar mugu gerast, men menn eru spentir og teir sum koma inn eru uttan iva sera uppsettir og svangir eftir at fremja eitt gott avrik. Konseptið er so mikið sterkt, at eg vænti ikki, at tað flytur tað heilt stóra, at vit mangla fleiri leikarar, sigur Atli Gregersen.

Leikararnir eru væl fyri

Føroyska kappingin er júst av, meðan tann danska hevur koyrt í eina tíð. Tað er í Føroyum og Danmark, at flestu føroysku leikararnir spæla.

– Vit hava ofta snakkað um hatta við at føroysku leikararnir í Effodeildini eru betri fyri, tá kappingin júst er av. Eg haldi ikki, at ein altíð kann siga tað. Tí fleiri av liðunum hava einki at spæla fyri seinastu umførini, og tá missa dystirnir nakað. Hinvegin, so spældu vit í fjør tríggjar vikur eftir, at kappingin var enda og tá framdu vit eitt søguligt úrslit. Tá fáa vit hvílt orduligt, men eg rokni við, at hetta er gott tíðspunkt at spæla í ár. Fysiskt kundi eg sjálvur verið betri fyri, tí eg havi havt eitt sindur av trupulleikum við knænum. Men gleðin at sleppa at spæla er stór, so tað verður eingin trupulleiki, sigur Atli við Norðlýsið.

Hvat kemur Ungarn við?

– Vit vita ikki, hvat Ungarn kemur við. Tí teir skulu vinna so nógv sum møguligt fyri at hava betri møguleika at koma víðari, og tí kann tað blíva eitt ordiligt ódnarveður fyrstu løtuna, nú áskoðararnir eisini sleppa inn. So er spurningurin, um teir satsa ov nógv, og tað kann blíva ein fyrimunur hjá okkum. Teir fara at royna at blása okkum um koll og tað opnar ofta fyri, at vit fáa pláss at spæla á eftir 20 minuttum, tí einki lið klárar at halda einum trýsti leingi. So eg velji at síggja tað sum ein fyrimun, at teir skulu vinna stórt, sigur Atli Gregersen.

Áskoðararnir seta føroyingar upp

Í gjár gjørdist greitt, at áskoðarar sleppa til dystin hóast hetta annars ikki var ætlanin, tí UEFA hevði givið revsing fyri vánaligan atburð.

– Eg haldi, at tað er deiligt at áskoðarar vera til dystin. Tað kundi verið stuttligt at roynt at spælt uttan áskoðarar, men nú fáa vit so ikki trupulleikar av at seta okkum 150 % upp til dystin. Teir flestu hjá okkum hava roynt nógv í fótbólti, so tað eigur ikki at blíva ein trupulleiki. Verjuleikararnir eru tó vanir at spæla har teir gera, og tað gevur eitt sterkt fundament, sigu Atli Gregersen sum eisini heldur, at tað er nakað serligt at møta Ungarn.

– Eg kenni væl Geza Turi, sum eg spæli saman við, og Andras Gango, sum eru málverjar í Føroyum og so fari eg eisini at vitja Zoltan, sum spældi við okkum fyri nøkrum árum síðani, so hetta verður eitt sindur serlig uppgáva, sigur hann at enda.

Les eisini annað tilfar úr Budapest:

Myndarøð: Føroyingar venja á Puskás Ferenc Stadion í Budapest

Hesir báðir KÍ leikararnir eru nærmast A-landsliðnum

Kaj Leo og René fáa møguleikan

Føroyska ferðalagið komið til Ungarn