Liðskiparin hjá Víkingi metir KÍ sum stórfavoritt til dystin sunnudagin.
Liðskiparin hjá Víkingi metir KÍ sum stórfavoritt til dystin sunnudagin.
Sunnudagin spæla KÍ og Víkingur landskappingardyst. Hesi bæði liðini høvdu ymiskar upplivingar í 1. umfarinum, har Víkingur púra óvæntað tapti á heimavølli móti AB, meðan KÍ eisini nakað óvæntað vann á útivølli móti ÍF. Undan kappingarárinum var Víkingur mett sum eitt lið, sum fór at stríðast um FM heitið í ár, meðan tað var rættuliga ymiskt, hvar fólk settu KÍ.
Atli Gregersen er liðskipari hjá Víkingi og ein av mongum royndum leikarum á liðnum. Hann sigur við Norðlýsið, at grundað á 1. umfar so metir hann KÍ sum stór favoritt til dystin sunnudagin. Øll samrøðan er í Norðlýsinum, sum kemur í sølubúðirnar í morgin.
Sostatt er sálarliga spælið undan dystinum farið í gongd. Tá veddingarfyritøkurnar koma við sínum ”oddsum”, so verður KÍ neyvan stór favorittur har. Dysturin í Klaksvík verður sunnudagin kl. 15.00.




