Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atli Gregersen posetivt yvirraskaður av TB

Jákup Ósá

Okkurt bendur á, at uppflytararnir koma at standa seg væl í ár.

Okkurt bendur á, at uppflytararnir koma at standa seg væl í ár.

TB og Víkingur spældu venjingardyst seinasta fríggjakvøld og liðskiparin hjá Víkingi dámdi væl tað, sum hann sá av TB.

– TB yvirraskar meg posetivt vil eg siga. Tað er ikki tí, at vit undirmeta teir, men teir hava eitt rættuliga gott lið og teir bíta frá sær. Vit vita, at tað er ræðuliga trupult at koma suður her at spæla. Fyrsta hálva tíman eru vit omaná, næsta hálva tíman er tað javnt og triðja hálva tíman er TB greitt omaná, segði Atli Gregersen m.a. um TB í 3-2 sendingini hjá KVF í kvøld.

Øll upptaktin um TB kann síggjast HER. Um 13 dagar er fyrsti landskappingardysturin á skránni, tá TB og KÍ møtast í Trongisvági í einum dysti, sum søguliga sæð fyrr var millum størstu dystirnar í føroyskum fótbólti.