Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atli Gregersen: Vit eru eyka uppsettir

Jákup Ósá

(Finalan um Løgmanssteypið) Liðskiparin hjá Víkingi dylur ikki fyri, at teir í Víkingi fara at leggja nógv fyri í steypafinaluni leygarkvøldið. Hann heldur, at tað er nakað serligt yvir hesari finaluni.

(Finalan um Løgmanssteypið) Liðskiparin hjá Víkingi dylur ikki fyri, at teir í Víkingi fara at leggja nógv fyri í steypafinaluni leygarkvøldið. Hann heldur, at tað er nakað serligt yvir hesari finaluni.

Atli Gregersen er millum leikararnar, ið oftast hava vunnið steypakappingina. Hann veit tí, hvat skal til, men heldur, at tað nyttar ikki at byrja at gleða seg ov tíðliga.

– Tað nyttar ikki at byrja at gleða seg longu nú, tí so brennur tú út áðrenn. So tí hevur tað verið fínt hjá okkum at skulu jakstra KÍ í landskappingini, tí vit hava ikki havt ráð til at sett nøkur stig til, um vit skulu hava nakran livandi kjans. So hesaferð hevur tað faktisk passað við, at vit hava tikið ein dyst í senn, sigur Atli Gregersen.

Hann sigur eisini, at tað at mótstøðuliðið er KÍ, har Eysturkommuna hevur so tætt tilknýti til ger, at tað verður lagt eyka nógv fyri hesaferð eins og tað vera so nógvir áskoðarar sum ein kanska aldrin áður hevur sæð til ein dyst millum tvey feløg í Føroyum.

Fríggjadagin er long samrøða við Atla í Norðlýsinum.