Atli Justinussen hevur hevur líka síðan hann var 20 ára gamal arbeitt sum sjálvstøðugur. Hesi seinastu 25 árini hevur hann havt handilsvirksemi í Klaksvík, og í dag rekur hann ymiskt søluvirksemi, har tað mest kenda óivað er fiskasølubúðin NÓA í Klaksvík, skrivar ting.fo

Tó hann gevst ikki so, nú hevur hann keypt sær nýtt virki. Talan er um fyrrverandi flakavirki í Árnafirði Norðurfisk, sum Høj familjan hevur átt og drivið í mong ár. Virkið hevur tó staðið stilt seinastu árini, men nú hevur Atli Justinussen so keypt virkið.