Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atli og Hjalgrím aftur úttiknir

(
John Færø)

Eins og seinast eru Atli Danielsen og Hjalgrím Elttør við í hópinum, sum føroyski a-landsliðsvenjarin, Henrik Larsen, hevur tikið út til dystin ímóti Íslandi á Svangaskarði í næstu viku.

Seinastu tíðina er tað vorðið alt meira eyðsýnt, hvussu sterkir hesir báðir leikararnir eru á KÍ-liðnum.

Dysturin sunnudagin ímóti EB/Streymi var einki undantak í so máta, so tað undrar alst ikki, at teir enn einaferð hava fingið landsliðsboð.

Tveir eru úttiknir, sum ikki vórðu tað seinast. Hesir eru Hans Fróði Hansen úr B68, Tór–Ingar Akselsen úr HB og Helgi L. Petersen úr NSÍ.
Tór-Ingar hevur enn ongan landsdyst hevur leikt á a-landsliðnum.

Í mun til ferðina til Íslands og heimadystin ímóti Týsklandi fyrr í ár eru fimm spælarar ikki við hesa ferð.
Jákup á Borg og Fróði Benjaminsen eru leikbannaðir, og Johan B. Hansen, Heðin á Lakjuni og Jónhard Frederiksberg eru ikki afturvaldir í hesum umfarinum.

Landsliðshópurin sær hesa ferð soleiðis út:

Jákup Mikkelsen, Partick Thistle
Jens Martin Knudsen, NSÍ
Óli Johannesen, TB
Jóhannis Joensen, FS Vágar
Jón Rói Jacobsen, Brøndby
Hans Fróði Hansen, B68
Pól Thorsteinsson, B36
Atli Danielsen, KÍ
Súni Olsen, GÍ
Tór–Ingar Akselsen, HB
Julian Johnsson, ÍA Akranes
Jann Ingi Petersen, B68
Rógvi Jacobsen, HB
Hjalgrím Elttør, KÍ
Helgi L. Petersen, NSÍ
Christian Høgni Jacobsen, Vejle
Andrew av Fløtum, HB
John Petersen, B36