Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atli var framúr

Jákup Ósá

Bleiv uttan kapping valdur til dagsins leikara hjá KÍ við Margáir.

Sum síggjast kann á upptøkunum HER, so var Atli Danielsen við í øllum trimum málunum hjá KÍ. Atli bleiv eisini fult uppiborið greitt valdur til dagsins leikara hjá Bláu Bylgjuni, ið velur dagsins leikara eftir hvønn dyst.

Atli hevur havt eitt heldur óstøðugt kappingarár, har hann var sera sannførandi tey fyrstu umførini. Síðani komu dystir, har hann ikki var so eyðsýndur og eisini hevði skaða at dragast við. Men hesar báðar seinastu dystirnar hevur hann spælt væl og var kanska saman við innskifta Arnbjørn Hansen bestu leikarar á vøllinum sunnudagin.