Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Átta Tróndardagar

Tíðindaskriv

Átta eru Tróndardagarnir. Hvør hevur sítt, men samanlagt hava teir alt, sum skal til at gleða stór og smá, leik og lærd.

Saman við tær leita vit aftur til upprunan og fram um nútíðina. Fyrstu seks Tróndardagarnar verður ljós á ymiskan hátt kastað á søgu og søgn, og teir báðar síðstu verður gleði og gleimur við tónlist og leiki.

1. Tróndardagur
Fyrsti Tróndardagur verður sannur hátíðardagur í Gøtu. Loksins verður standmynd reist til minnis um mætasta høvding føroyinga Trónd í Gøtu. Talan er um prýðiliga standmynd eftir mæta føroyska listarmannin Hans Paula Olsen. Á hesum degi savnast øll um standmyndina klokkan 14.

Ikki nokk við at Tróndur fær eina standmynd reista. Tróndur verður eisini heiðraður í Gøtu kirkju har nýskrivað tónlistarverk eftir bretan Gavin Bryars verður framført av Aldubáruni, Eivør Pálsdóttir, Rúna Brattaberg og Eystanljóði.

2. Tróndardagur
Annan Tróndardag halda hátíðarhaldini fram. Gjáarneystið í Norðragøtu kemur aftur til heiður og æru. Gøtu Fornminnissavn hevur umvælt og víðkað savnið við at hýsa bátum og øðrum, sum hevur við hav og fiskiskap at gera.

Fróðarmaðurin Sigfríður Joensen letur 2. Tróndardag stórfingið bókaverk um Gøtuskeggjarnar úr hondum. Talan er um forkunnugt verk við hópin at myndum, spennandi tulkingum og góðum frásagnum.

Dagurin byrjar í Nýggju kirkju við guðstænastu og endar í Gomlu kirkju við guðstænastu.

3. Tróndardagur
Á triðja Tróndardegi ber til at fáa frásagnir bæði uttandura og innandura. Søgutúrurin av Toftanes í Leirvík um Bønhústoft til Blásastova í Gøtu verður gingin við ferðaleiðara, og um kvøldið verður frásøgn um arbeiðið at skriva Gøtu húsasøgu. Samstundis letur framsýning upp í Glyvra-Hanusar Húsi, ið lýsir hetta arbeiði.

Hendan dag ber eisini til hjá tónleikaáhugaðum at leita sær aftur í tíðina á tónleikaseminarinum »Tónleikur fyri 1000 árum síðani«.

4. Tróndardagur
Á fjórða Tróndardegi verður Tróndarseminar fyriskipað fyri leik og lærd søgufólk í Gøtu skúla. Tróndur, Føroyingasøga, fornfrøðisligar rannsóknir og søga føroyinga sum heild verður viðgjørd av írum, íslendingum, dønum og føroyingum. Øll hava møguleika at geva sítt íkast.

Eins og hinar dagarnar er møguleiki at vitja framsýningarnar í Blásastovu, í Gjáarneystinum, í Glyvra-Hanusar Húsi og forkunnugu myndaframsýningina hjá MOMO í Tróndargøtu 37.

5. Tróndardagur
Á fimta Tróndardegi verður forkunnug konsert í Gomlu kirkju við kingosangi og frásagnum. Í upprunaligum umhvørvi er møguleiki at uppliva hendan tónleik fáa nýtt lív.

Søvn og framsýningar hava eisini opið allan seinnapartin undan konsertini, so her er veruliga eitt gott høvi at leita sær aftur í tíðina, áðrenn farið verður í kirkjuna til forkunnugu tónarnar frá Tjørnuvíkingum og Kára Sverrissyni.

6. Tróndardagur
Á sætta Tróndardegi eru framsýningar og søvn opin eins og filmurin um listarmannin Hans Paula Olsen aftur verður vístur í Losjuni við Gøtugjógv.

Á hesum degi er somuleiðis møguleiki at fara túrin um fjallið. Farið verður av Toftanesi í Leirvík um Bønhústoft til Blásastovu í Norðragøtu.

7. Tróndardagur
Á sjeynda Tróndardegi leita øll sær til Syrðugøtu har G! MINI borðreiður við tí besta, tí lekrasta og tí forkunnugasta, ið finst á føroyska tónleikapallinum í løtuni. Á Spæliplássinum og í Grundini fara tónarnir at ljóma til klokkan 4 um náttina.

Á Sandinum og økinum kring Sandin í Syðrugøtu fer Víkingur at skipa fyri Víkingadøgum. Íslendskir víkingar koma til landið at sýna fram kynstur av alskyns slagi, og lagt verður fyri við jarnsmíði og bardøgum longu hetta fríggjakvøldið.

8. Tróndardagur
Áttandi Tróndardagur verður veitsludagurin mikli. Undirhald til stór og smá er á skránni í Syðrugøtu.

Føroyskur tónleikur fer at streyma úr hátalarunum á Spæliplássinum og í Grundini allan dagin og náttina við.

Á Sandinum fara víkingar at sýna fram leik og smíð, Angela fer at undirhalda, útisjónleikur verður framførdur og eisini koma skemtarar og røðarar á ymiskan hátt at ríka okkum dagin. Tú kanst eisini mála tær andlitið, hoppa í borgum og fara ein ríðitúr.

Kunna teg nærri um Tróndardagar á:
www.gota.fo
www.gfestival.fo
www.vikingur.fo
www.blasastova.fo