Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Áttanda umfar í FM í Darti

Tíðindaskriv

Áttanda umfar í FM í Darti hevur verið í hølunum hjá Havnar Dartfelag

Undirtøkan til kappingina var góð.

Tað vóru 31 luttakarar í einmasleiki hjá monnum og 12 kvinnur. 15 pør í tvímansleiki.

Vit hava eina talvu har vit skriva ymiskt á eitt nú hvussu nógvar 180’arar leikarar fáa v.m.

Til hesa kappingina fingur vit nakað sum ikki er so vanligt hjá kvinnunum. Eyðna Olsen, Team Sandoy, fekk fyrsta 180’arin í hesum kappingarárinum hjá kvinnum og har til brúkti hon einans 16 pílar, tað sum er flott í sær sjálvum er at hon einans fekk 21 score í fyrsta kastið. Beint áðrenn hetta hendi eitt annað sum eisini er sjáldsamt, Gunnbjørg Dam, HDF fekk ein útgang uppá 150, hægsti útgangur sum er skrásettur í eini altjóða kvinnur dartkapping (BDO) er 161 so hettar er sera flott.

Eisini skal sigast frá at Remy G Hansen er komin aftur at spæla eftir at hava verið burtur frá vegna skaða, í nakrar kappingar, og má sigast at hann kemur aftur við storm, hann vann FM kapping 7 í Vágum og aftur hesaferð vann hann einmansleikin og bleiv nr. 2 í tvímansleiki.

Vinnarar í kappingini:

Einmansleikur, kvinnur:

Joan Edvør Thomassen, VDF

Elisabeth Nicolajsen, Team Sandoy

Sólveig Skorastein, HDF

Maibritt Hvíthamar, HDF

Einmansleikur, menn:

Remy G. Hansen, Kongshavn

Bárður Olsen,HDF

Jákup Martin Jacobsen, Kongshavn

Bogi H. Isaksen, KDF

Tvímansleikur:

Uni Árting & Jan Mc., HDF

Remy G. Hansen, Kongshavn & Petur Thomsen, Tofta Dart

Bogi Isaksen KDF & Hans Eivind Olsen, Team Sandoy

Regin Enghamar & Jørgen Meitelberg, HDF

Hægstið útgangur:

Menn: Bárður Olsen við 140

Kvinnur: Gunnbjørg Dam, HDF við 150

Tvímansleikur: Uni Árting & Jan Mc., HDF við 113


Fagst pílar:

Menn: Remy G Hansen, Kongshavn við 13 pílum

Kvinnur: Eyðna Olsen, Team Sandoy við 16 pílum

Tvímansleikur: Uni Árting & Jan Mc., HDF við 15 pílum

Níggjunda umfar verður í Klaksvík

verður í hølunum hjá Klaksvíkar Dartfelag, tann 27 feb.