Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Átti sonin við Áir áveg suður til Havnar

Danial Viðoy

Ein klaksvíkskona átti son sín náttina til mikudag við Áir. Klokkan á leið 03.00 fekk hon verkir. Hon fekk systrina at koyra seg, men við Áir megnaði hon ikki at halda sær meira og átti sonin, sum er væl fyri. Tá var ambulansin komin ímóti.

Í Leirvík stóð ”illa” til, tí tá hevði hon ilt við at halda sær at trýsta. Men jarðarmóðurin í telefonini bað hana halda sær sum longst. Tað gekk inntil tær møttu ambulansanum við Áir.

Ambulansin byrjaði at koyra ímóti, tá ið greitt var, hvussu støðan var. Tað var eisini gott, at so var gjørt, tí tað var kærkomin hjálp at fáa á miðjari nátt, tá ið barn skal føðast.

Talan var um ein stóran son. Hann vigaði 9 pund og var 52 cm til longdar.

– Bæði mamma og sonur hava tað gott og gleðast um, at alt spældi so væl av, fortelur ein stolt omma.

Til eina slíka føðing, hevði verið óført við eini føðistovu í Klaksvík. Tí tað eru ikki allar, ið orka at bíða allan vegin til Havnar.