Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Av allari leið

John William Joensen

– nakrar hugleiðingar í sambandi við uppskotið hjá Hans Hendrik Mikkelsen um undirsjóvartunnilin

Hans Hendrik Mikkelsen hevur í tveimum umførum skrivað grein um undirsjóvartunnilin. Hann skjýtur upp, at linjuføringin verður broytt, soleiðis at tunnilsmunnin Klaksvíksmegin verður á Klakki onkunstaðni; lat okkum kalla hettar HH-loysnin.
Hettar uppskot hevur uppiborið at verða viðgjørt í álvara av avvarðandi myndugleikum. Fyrst er sjálvsagt at kanna eftir, um nakrar jarðfrøðiligar orsøkir tala ímóti. Eru tað ikki tað, so eigur HH-loysnin at verða gjøllað umhugsað. Millum fyrimunirnar eru:
· Havnaøkið á vestursíðuni fær beinleiðis samband við tunnilin
· Tað verður stytri at binda Kalsoynna í landsvegakervið (tað eigur at verða høgt prioriterað í einum framtíðarhøpi)

Veg um vágna
Hans Hendrik skrivar eisini, at tunnilin kann bindast í ætlaða ringvegin, so samband fæst við eystursíðuna. Tað er gamaní og eigur at verða gjørt, men HH-uppskotið ber í sær høvi til at taka eitt gamalt uppskot framaftur: Tað er at gera ein veg tvørtur um vágna, sum gongur á leið frá heimaru kei og yvir á ferjuleguna.
Kunoyggin, Kósavirkið og bygdirnar norðanfyri skulu hava samband við tunnilin so ella so. Verður tunnilsmunnin uppi á Borðoyarvík, so skal ferðslan norðaneftir antin gjøgnum býin, gjøgnum sethúsaøki (Geilina) ella niðan undir fjøllini. Stórur partur av hesum er tung ferðsla, og hon fær munandi høgligari farleið tvørtur um vágna. T.v.s., at ikki bara havnarøkið á vestursíðuni, men eisini (havnar)økið á eystursíðuni fær beinleiðis samband við tunnilin.
Spurningurin er eisni, um tað hevið verið møguligt at gjørt sambandið millum heimaru kai og ‘tunnilsvegin’ soleiðis, at tað gekk eftir kaiini og ikki kom í Klaksvíksvegin, men í Stoksoyrarvegin uttan fyri Lützens-hús.  Hettar gevur fleiri áhugaverdar møguleikar, sum ikki skulu umrøðast á hesum sinni.

Ongan ídnað við Borðoyarvík, takk!
Hans Hendrik skrivar, at tað er ein fyrimunur, at bygging á ídnaðarøkinum við Borðoyarvík kann byrja beinanvegin. Tað er ikki ein fyrimunur – tað er eitt minus. Eftir míni hugsan eiga ídnaðarvirki als ikki at verða bygd har yvirhøvir! Tað er eingin orsøk fyri at byggja virkisbygningar á økið á eiðinum; her skulu fólk búgva og liva og vera. Í staðin eiga vit at fáa fulla nyttu av eini vegføring tvørtur um vágna við seta virkisbygningar eystan Múlan og á eini útfylling í Haraldssundi; tilfarið skal fyri ein part koma frá undirsjóvartunlinum og komandi tunlinum eystur um Fjall, sum Absalon í Buð umrøddi herfyri.
Bæði HH-loysnin og Borðoyarvíkar-loysnin spjaða ferðsluna:
· Ein leið heim í miðbýin (ávikavist Klaksvíksvegur og Nólsoyar Pálsgøta)
· Ein leið til hvønn víkararmin (HH-loysnin: Ein farleið fer heim eftir ringvegnum á vestursíðuni og ein tvørtur um vágna; Borðoyarvíks-loysnin: Ein vegføring, ið er formað sum ein kvísl við tveimum tindum, annar er ringvegurin eftir vestursíðuni og hin tvørturum eiðið til eystursíðuna)
Borðoyarvíks-loysnin hevur tann trupulleika, at sambandið millum tunnilin og eystara arm er óhøgligt. Hinvegin, kombinera vit HH-loysnina við uppskotinum um veg yvir um vágna, so vinna vit ikki bara tað, at tunga ferðslan norðaneftir fær eina høgliga farleið til tunnilin (Ána-ætlanin fær meiri meining í hesum ljósi), men vit fáa eisini eina nógv stytri vegføring millum tunnilsmunnan og eystara arm yvirhøvir. Loysnin hevur eisini tann fyrimun, at tað slepst undan einum ferðslutungum vegi ígjøgnum Gerðarbø; tað verður ein vegføring, ið meir ella minni fer at forkoma teimum møguleikum, sum liggja í eiðinum (ítrótt, gongurásir, sjósavn, ‘Baywatch’-marina á Borðoyarvík o.s.frv.).

Høvuðsgøturnar uppí miðbýin
Av søguligum grundum, so er miðbýur okkara framvegis at kalla óbygdur. Hettar gevur einastandandi møguleikar fyri einari samanhangandi tilrættalegging (tíverri er hesin møguleikin partvís oyðilagdur av katastrofalu avgerðunum um at byggja stovnar á eiðinum). Tað avgerandi er, at vit fáa ein livandi miðbý, har lív og larmur er stóran part av degnum og í vikuskiftinum tað mesta av samdøgrinum, og eitt eiði, ið fremur trivnað okkara til likams og sálar.
Spurningurin er, um tað ber til at ‘vaksa’ um eiðið. Tað kann gerast við at brúka part av tilfarinum frá tunlinum til at gera ein hólm inni á vágni, t.e. beint innan fyri vegin tvørtur um vágna og inneftir. Bæði Klaksvíksvegurin og Nólsoyar Pálsgøta hava møguleikar í sær, men sum er, so  peika tær burtur frá miðbýnum. Ein hólmur hevði ikki bara vaksið um miðbýin í vídd, men gjørt hesar báðar høvuðsgøturnar til ein samanhangandi part av miðbýnum. Miðbýurin verður tá eitt samanhangandi øki frá Atlantis og til Lützens-hús/’ferjuleguna’! 
Eystan fyri hólmin verða bátabrúgvarnar framvegis, og innanfyri og vestanfyri verður ein veit uppá 5-10 metrar við brúgvum út á hólmin. Hvat skal vera har, ja tað kunnu vit gera okkum okkara hugsanir um; tað einasta, sum er vist, er, at bilaferðsla sleppur ikki eftir brúgvunum út á hólmin, burtursæð frá vøruvognum um tað er aktuelt).

Røtt avgerð umráðandi
HH-loysnin hevur ein avgerandi fyrimun aftrat: Hon útsetir undirsjóvartunnilin við minst einum hálvum ári. Tað hava vit brúk fyri! Meðan flestu eru samd um, at vit mugu fyrireika okkum væl og virðiliga fyri at fáa fult gagn av undirsjóvartunlinum, so letur ikki til, at nakað sum helst hendir í so máta. Tær avgerðir, sum nú verða tiknar, eru undir øllum umstøðum so dýrar og fara at seta so djúp spor í landslagið, at velja vit skeivt, so vendist ikki aftur …
Kring heimin eru nógv áhugaverd støð, har sum okkara ungdómur hevur møguleika at seta búgv, brúka síni evni og sína útbúgving. Klaksvík er møguliga eitt alternativ, sum tey umhugsa. Men tað er ikki nóg mikið, at mamma og babba búgva her. Býurin má hava nakað at bjóða, skulu tey ungu ikki rýma med alla ella skulu tey fáast at koma aftur.
Vónandi fáa vit eitt gott orðaskifti um, hvussu vit leggja til rættis, soleiðis at Klaksvíkin og Norðuroyggjar gerast eitt øki, har fólk og fyritøkur trívast, tí høvuðsbýurin ‘virkar’ og hevur rúm fyri øllum.

Ólavur Waag Høgnesen
ES: Eg eri ikki uppstillaður!