Viðareiði: Tað er av fagrasta veðri norðuri á Viðareiði í morgun, og lagt er tískil upp til ein fantastiskan dag, nú tað skal skjótast í gjøgnum Viðareiðistunnilin.
Viðareiði: Tað er av fagrasta veðri norðuri á Viðareiði í morgun, og lagt er tískil upp til ein fantastiskan dag, nú tað skal skjótast í gjøgnum Viðareiðistunnilin.
Viðingar og annars onnur, sum koma norður til hátíðarhaldið í sambandi við at síðsta skot verður latið av í Viðareiðistunlinum, mugu hava sólkrem og sólbrillur við inn í Dalar í dag.
Tað verður nógv gjørt burtur úr hesum stóra degi. Longu nú verður flaggað í fleiri húsarhaldum og í fleiri dagar hava tvær raskar viðareiðiskvinnur pyntað við blómum í bygdini.
Líkt er til at skotið fer at hoyrast nakað væl í hesum stilla veðrinum. Ja, ordans skot-veður.
Hátíðarhaldið byrjar klokkan 14.00. Men áðrenn tað koyra bussar úr bygdini fyri teimum, sum eru illa gongd. – Borgarstjórin heitir á fólk, um at fara í hóskandi skógvar. Helst stivlar.
ps. Dynamitt spælir til dans aftaná skotið – noy vrøvl, skemt til viks!




