Á Húsar í føðingardag hjá Jógvan Hvidbro, ið fylti 6 ár í gjár, tað er ongin trupulleiki, sigur Sólfríð Óladóttir í Miðtúni, sum starvast sum pedgogur á útibarnagarðinum Fjallafípan úti í Grøv.
Vit hava ein ótrúliga góðan barnagarð her uppi í haganum úti í Grøv. Nærum hvønn dag eru vit úti við børnunum, tað er sum um vit skuldu búð á lítlari føroyskari bygd her uppi. Vit hava alt, sum børnini kunnu trívast væl við. Her er hagi, ein á skamt frá, her vit kunnu fáa nógvar tímar at ganga, vit hava plantaguna niðanfyri og fjallið omanfyri. Jú, her eru sanniliga møguleikar.
Og tá so Jógvan Hvidbro í gjár fyllti 6 ár, tá vóru vit boðin á Húsar í føðingardag. Vit lótu okkum í, sum vit eru von og fóru norður á Varpið, har Sam tók ímóti – manningin var sera fryntlig og hjálpsom – og teir sigldu okkum yvir á Syðradal. Hagani fóru vit við bussi á Húsar. Um 15.30 tíðina vóru vit aftur á Klaksvík við vælnøgdum børnum – aftur ein dagur við góðari uppliving.
Annars sigur Sólfríð, at hesin veturin hevur verið rættuliga avbjóðandi við nógvum regni og skiftandi veðri. Men, leggur hon afturat, vit hava verið úti nærum hvønn dag við børnunum. Í veruleikanum setast vit ikki aftur orsakað av veðri – ikki uttan so at vit meta at tað er vandamikið at fara út við børnunum, tá stormurin leikar harðast á – annars verður fari út hvønn dag og tað elska børnini, sigur Sólfríð at enda.




