Røðan sum Tórbjørn Jacobsen, løgtingslimur, helt á miðnáttarsamkomuni í vágstúnið norðoyastevnuaftan.
Umframt búfólkið hava alskins menniskju ferðast til og frá Klaksvíkini. Sigul-magnaða metropolinum hjá norðoyingum. Her er okkurt sum ikki finst aðrastaðir. Sigst. Eisini andaligir klondeikarar, listarmenn í blekki, pensli og tónum hava lagt at landi, og tað er ymiskt hvussu skoðsmálið hevur verið. Íslendski troubadoururin Bubbi Morthens er ein teirra.
Regnið er lúnskari í Føroyum enn aðrastaðni, sigur hann í endurminningum sínum. Tað fer upp innanvert ermunum, niður við hálsinum og upp ígjøgnum buksu-brøkurnar. Eftir at hann var farin at troyttast av levnaðinum á Vallaraheiminum og øllum regninum í Havn, valdu hann og vinmaður hansara Snorri at royna eydnuna í Klaksvík. Og tað sum ikki hevði verið – varð tá. Tað regnaði tá ið teir fóru úr Havnini og komnir til Klaksvíkar tóktist tað, sum at veðurguðarnir vóru í holt við at taka løgin av loyptum eplum. Eingin staður er vakur í regni, heldur ikki frumskógurin í Amazonas og songfuglurin úr Reykjavík leiddist við staðin frá fyrstu stund. Og tað batnaði ikki tá ið teir vórðu innlogeraðir á Vallaraheimið. Sum hann sigur: "Har hittu vit einum slagi av trúboðara, ið stjórnaði herberginum. Hann tók orðið alt í einum, óbiðin, og helt mikla røðu fyri okkum um hin ónda Lusifer, sum fylgdi hvørjum feti vit stigu og hvørjum brennivínsglasi vit drukku. Hann ætlaði at frelsa okkum báðar Snorra samstundis og alt í einum, men onkursvegna var móttakarin ikki í lagi. Dagin eftir fingu vit tjans við einum útróðrarbáti, men út at rógva komu vit ongantíð. Keðsemi tók yvirhond og á triðja degi flýddu vit aftur til Tórshavnar." Hetta var miðskeiðis í sjeytiárunum og nú man litbrotið í sjónum hansara um Føroyar vera øðrvísi.
Ein hin stytsta og fínasta lýsingin av Klaksvíkini, yvirhøvur, finst í bókini "Í Grønlandi við Kongshavn". Spell at samfelagið ikki hevði orku til at lata slíkar snillingar og eitt so stórt begávilsi sum Magnus Dam Jacobsen, sála, sita í friði og náðum og laga uppí andsvarðan hjá tjóðini. Sporadiskt nevnir hann eisini fyrstu Norðoyastevnuna hann var til, táið hann saman við Hans Peturi, ella Tryk, sum hann varð róptur her norðuri og Guðjón vitjaðu Jakke-Post. Skonkt var úr pelagløsum og blíðskapurin var øgiligur. Og nú hugsi eg at vit hava fóta okkum aftur eftir íslendsku reprimanduna, tí soleiðis kenni eg eisini tykkum norðingar.
Klaksvíkin er á mangan hátt ein sjáldsamur staður. Klaksvíkingar hava ment sær sín egna samleika, og hann tykiskt mongum aparte. Fyri ikki at siga løgin. Komplexi-teturin er so víðfevndur, at tað er ikki tikið ov rívan til, tá sagt verður, at næststórsti staður í landinum bæði er bygd og býur. Her verður tosað sum í smábygdum, men ein yvirskipaður farri av stórbýi hongur uppi við øllum. Og hetta er eisini býurin sum alt bygdafólkið í Norðoyggjum fyrst og fremst definerar seg í mun til, portalurin, felagsgáttin, sum farast skal frá, tá ið heimurin innanfyri Pollin og Borðoyarvík er vorðin ov trongur. Og her er ikki bara regn og religiøsir terriarar. Langt ífrá tí. Her finst alt slag av fólki, og tí er hesin býurin so vælsignað áhugaverdur. Sum pottur undir áhaldandi kóki. Var ávegis til Keypmannahavnar fyri 14 døgum síðani. Akaðu við einum stórum ílati hjá Bygdaleiðum av Skipanesi suður á Hvítanes. Tríggir ungdómar og eg bíðaðu nú eftir flogleiðini í dastið av einum hálvum tíma. Spurdi hvaðani teir vóru og hvaðar leiðin lá? Ájú, teir skuldu stytta sær stundir í høvuðsborg danska ríkisins. Metallica skuldi gartera í Ítróttarparkini hetta sama kvøldið. Nú bráðliga kimar fartelefonin hjá tí eina, tað er mamman, sum fregnast eftir, um hann hevur felliknív uppi á sær, eitt vápn sum er bannlýst sum viðførið eftir yvirgangsatsøknina á World Trade Center. Eftir eina rannsókn varð staðfest, at hann hevði ikki færri enn tríggjar knívar uppi á sær og vinmenninir vóru lítið frægari fyri. Ein í hvørjum lumma. Tá ið tann eini so spurdi um tað mundi fara at vera nakar trupulleiki av eini trolnál hann hevði í taskuni, hugsi hann hevði verið við "Sundabergi", tá kom eg at hugsa um orðini hjá Magnusi á Kamarinum tá ið hann slær fæst, at er Havnin rokok tá er Klaksvíkin barok. Sá fyri mær javnaldrarnar í høvuðsstaðnum, sum dovisliga aka framvið pylsuvognum og pizzabarrum og ikki hava tørv á øðrum enn pappírsknívum tá ið hesi uppturkaðu amerikonsku flatbreyðini skula býtast í hóskandi støddir fyri at glíða sum frægast niður ígjøgnum vælindini. Viðurskifti og karmar skapa menniskju. Veruleikan, – sum eingin sleppur undan at fyrihalda seg til og virka í samsvarandi.
Havi mangan undrast á hví klaksvíkingar, og norðoyingar fyri alt tað, eru hjól-beintari enn aðrir føroyingar. Kanska átti Økismenningardepilin at farið og granskað í hesum. Ella Pál Weihe, nú tá ið frontkemparin John Reid er farin, og ikki fær hugleitt í sínum skemtiliga og hugfarsliga fjarritastíli um hetta sjaldsama fyribrigdi. Serliga bóltspælararnir hjá KÍ hava hetta eyðkennið. Fyri at nevna onkrar: Steinbjørn, ein av legendunum frá 66, sum nógvir eysturoyingar í sínari tíð bara vildu sloppið at nortið við eina løtu, so góðan hildu teir hann vera, John Sigurð, ella Lítli John, sum gamli útvarpsstjórin plagdi at kalla hann, Karl Gudmund, Petur hjá hinum bragdliga Peturi hjá Hildu, Jóannes á Uppsølum, kanska besti fótbóltspælarin í Klaksvík nakrantíð, sum lærdi seg kynstur, teknikk og vippingar í roykstovuni hjá Hentsu, harið skipstroyggjutógvið, í noðum sjálvandi, varð syft upp um bitarnar, av øðrum fótablaðnum yvir á hitt. Hetta er sambært Johann Cruyff einasti mátin tú kanst gerast ein raffineraður teknikari uppá. Um Todi hevur brúkt hesa metoduna veit eg ikki, men hann hevur eisini nakað av hesum sniðnum, sum teir gomlu høvdu. Og fyrimunurin er sjálvandi hann, at tyngdarpunktið er lægri á einum hjólbeintum fólki. Kjølfestan dyggari. Hinvegin viknar skotstyrkin kanska, táið hon jú er ein spurningur um at falda bein og megi.
Appropos tyngdarpunktið. So er tað ein sannroynd við ongum modifikatiónum, at Klaksvíkin saman við Eysturoynni er tyngdarpunktið, kraftsentrið og snúningsásin tá ið tað ræður um at breyðføða tjóðina. Hetta er landsins spísikamar. Á sama hátt sum Ruhrøkið er tað í Týsklandi og sum økið kring býirnar Torino og Milano er tað í Italiu. Í hesum økinum býr ein triðingur av fólkinum. Og í hesum sama øki verða tríggir fjórðingar av exportinum skaptir. Við rullurnar, harið havsins gylta silvur verður goggað inn um lúnningarnar, í skúrðunum á Stongunum ella hinumegin vánna, á troldekkum, undir flekiknívum, framvið reinskerðingarbondum og í høvdinum á góðum leiðslum. Men tað ræður um ikki at líta inneftir. Liggjast má á takinum í mun til tað veldugu menning, sum er í heiminum ídag. Annars kann tað henda, at økið hongur fast í vinnum, ið bara relatera til natúrliga tilfeingið, ímeðan aðrir fara tvísporandi framvið í nýhugsan og tøkniligari menning. Tí samanumtikið er tað ein bági, at vit ikki eru komnir um gáttina, mestsum bara at vinna pening úr okkara egna tilfeingi. Lond við tí vælferð, sum vit ætla at røkka, innflyta stóran part av tilfeinginum, produktútvikla og útflyta. Men hetta krevur eina satsing. Í útbúgving, gransking og altjóðagerð. Og her er langt eftir á mál – og samstundis ein møguleiki hjá hugaðum monnum og kvinnum. Tær politisku Føroyar, ið hava steinsovið á hesum økinum tey seinru árini, mega saðla um, og raðfesta eina menning av tí grundarlagi, sum alt annað byggir á í hesum landinum. Vinnuna, – sum er fyritreytin og í samspæli við mentan, útbúgving, heilsuverk, sosialverk o.s.fr.
Mangur mundi undrast um framtøkuna í Klaksvík, eftir at alt lív í oyggjunum at kalla varð slættað við jørðina. Kreppan í nítiárunum. Uppá seg ein hin ringasta í heimsbúskapinum nakrantíð. Havi onkuntíð í røðum umrøtt hesa serligu uppdriftina, sum er í hesum megindepli norðoyinga. Upp ígjøgnum meteriella mjørkan kom alt tað sum krúpa kundi, undan væðingini, og við einum átøkum berserkaralyndi gongur eitt heilt fólk fram í ljósan dag, skapar sær eina heilt nýggja tilveru tvørturum øll mørk. Kapitalur og fakfeløg saðla og ríða saman. Kanska vóru isolationisma, protektionisma og lokalpatriotisma ein partur av megini, tað má so vera tað tað er. Ein nýggjur heimur sá í hvussu er dagsins ljós her norðuri, – bara skaptur úr tykkara høvdum og hondum. Heimurin kendist kámur uttanfyri Pollin og sunnanfyri Borðoyarnes. Tit bíðaðu ikki eftir bjargingini, ið koma skuldi aðrastaðir frá. Eftir kreditorloysnum og ætlanum gjøgnumhugsaðar á skrivstovum í Tórshavn ella Keypmannahavn. Tað er positiva royndin, – tá ið býurin hevjaði seg aftur sum Fuglurin Fønix úr øskuni. Tykkara egna adrenalin var og er megin og fundamentið í tykkara egna verkliga lívi. Typiska dømi um hvussu eitt samfelag skal liva og yvirliva av tí góða, sum býr í hvørji kyknu, sum balist undir húðini á hvørjum einstøkum individi. Ivaleyst eru trúðarviðurskiftini, andaligi hjartaslátturin, eisini ein partur av hesum øllum. Sambandið við hin almáttuga er gott hjá teimum flestu, men harfyri forletur man seg ikki uppá, at Hann ið øllum valdar, skal geva verkliga dagligdegnum eitt innihald. Møguliga liggur eitt annað amboð, hin kalvinistiski arbeiðsmoralurin eisini sum eitt jarnbrot í hesi grázonuni, og eru klaksvíkingar kanska eitt tað besta dømi um, at nakað var um heimspekina hjá Max Weber í meginverkinum: "Die protestantische Ethik und der Geist des Kapitalismus".
Ein onnur styrki er sjálvandi nýbyggjaraeyðkennið. Søguliga er býurin nýggjur. Skaptur av nógvum ymiskum menniskjum, sum komu higar fyri at skapa sær eina framtíð. Gjørdist soleiðis ein bráðpanna harið synergiin úr ymsum mentanum, fatanum, ideologium og trúðarrætningum menti eitt klondyke, ið tykist hava endaleysar keldur at oysa av. Vit síggja tað táið dreingirnir hjá Eli Nolsøe lata plektaran glíða niður eftir guitarstreingjunum, táið hin melankolski Steintór í Grótinum syngur um heimstaðin, táið heimsborgarin Jógvan við Keldu gandar fram himmalskar tónar úr sínum seytjan sangarum, sonurin syngur um mammuna Betty á ríkisins grand prix palli, táið Páll hjá Alexi stútar í valdhornið í kongaliga kapellinum, tá ið Páll Josephsen syftir krockkølluna, síggja tað undir penslinum hjá Amariel, Olivur, Hans Jacob, Edvardi o.ø., og á hesum risastóru samfelagsmøtunum hjá brøðrunum, táið Jógvan Gerðalíð fer fresandi avstað við gravkúnni, ígjøgnum teleskopið hjá Per á Hædd og í góðsliga undirstreyminum í fantastisku skemtisøgunum, sum Vilhelm hjá Bethuel plagdi at fortelja mær uppi á tinghúsloftinum. Hetta er ikki bara ein býur, hetta er í øllum liðum eitt heilt samfelag.
Ein orsøkin til at Norðoyggjar og Eysturoyggin gjørdust eitt menningarvidundur, sum teir rópa tað aðrastaðir, er júst trúgvin á egnan mátt og megi, og hetta hevur einki við partapolitikk at gera. Vit hava ikki hingið so fastir í gomlum dogmum og hava ikki bíða eftir at trongar ideologiir skuldu bjarga degnum ímorgin. Eftir, at loysnirnar skuldu koma uttaneftir. Hugsi at ein av næstu monnum Tito, sum eisini hevði sítt stríð av reyðu kallunum í Kreml, sjefideologurin Edvard Kardelj sigur tað so ógvuliga beinrakið: "Ongin statur, eingin skipan og ongin politiskur flokkur fær smíða einum fólki eyðnuna. Tað er bara menniskja sjálvt, ið kann skapa sær sína egnu eyðnu. Tó ikki sum einstaklingur, men saman við øðrum á javnrættinda støði." Eitt samfelag av sterkum og sjálvstøðugum individum, sum virka javnbjóðis í góðum felagsskapi, – sópast ikki av vølli av fyrsta nosinum. Tað hava hesi bæði økini, sum nú vera tengd saman um skamma stund, í denn grad prógvað.
Men tað, sum aldrin uppundan fjarar, er betra helvtin av Føroyalandi. Og land at nema, ið havið fjaldi, varð lív og vísindi miðamansins. Orðini eru úr yrkingini Miðamaðurin hjá Sigurði Joensen. Mekanisk villdjór eta seg nú ígjøgnum basaltfláirnar undir Leirvíksfirði. Stórsta avbjóðingin nakrantíð hjá norðoyingum segði borgmeistarin á rásini hjá Norðlýsinum ígjár. Tað var í somu sending at Olivur snávaði, og uttan at hugsa seg serliga væl um segði, at hin navnfræmi Todi Jónsson nú spældi í álopinum hjá JFK. Men tað var kanska ikki av tilvild, og hevur einki at gera við jóla- & nýársheilsurnar hjá Kjølbro-samtakinum og Hanusi, – í blaðnum ígjár. Minnist fyri nøkrum árum síðani, at mín góði vinur Heini í Kunoy hevði lirkað sær ein forgyltan húk frá Mustad fyritøkuni, og brúkti hann sum slipsnál ein dagin hann møtti á Tingi. Undantaksstøða. Landsstýrismenn og tingmenn úr Norðoyggjum fóru í spagat. Men teir munna hava funnið eina loysn, tí dagin eftir møttu teir allir við hvør sínum húki. Vóru aftur í samljóði við samfelagið sum teir virkaðu í – og vóru valdir til at virka fyri. Nú eru hetta bara einfald symptomir úr annars skilagóða hugsunnarháttinum hjá hesum monnum. Men tey eru sigandi og á ongan hátt ring at skilja. Menn eru bundnir, kanska ov bundnir at verðsliga fundamentinum, sum júst ídag, er lívførið hjá fólkinum í økinum. Hetta kann skjótt útvikla eitt responsibult demokrati sum hevur status quo við sær. Og tað hava klaksvíkingar ikki brúk fyri, tíansheldur nakar annar. Áðrenn tú veist av tí stendur tú sum dinosaururin, smokkaður í mýrulendinum, ímeðan tíðin og menningin fara við sjeymílafetum framvið tær. Ætli mær ikki at siga norðoyingum hvatið er til ráða at taka, tað tilkemur ikki mær, men eg havi ein varhuga av, at rúmið í hugburði og huga hevur verið ov fult av tí sum rørist innanfyri Pollin og Borðoyarvík. Nú norsku grótborarnir jagla seg framímóti Taravíkini, vestaneftir, verður neyðugt at slaka nakað uppá patriotismuna, isolationismuna og protektionismuna og lata globalu vindarnar fáa eina størri volumu í hvørjum einstøkum høvdi. Hetta hugsi eg er stórsta avbjóðingin, nú Norðoyggjar verða partur av nýggja og vaksandi meginlandinum. Tað verða tvær koyribreytir í tunnlinum. Avbjóðingin liggur í at fáa samljóð ímillum ferðsluna eystureftir og vestureftir. Einki er at taka seg aftur í, at hetta verður ein trupul sálarlig ferð – av Pollinum út í ein kykan alheim. Kann vera at hann verður strævin, men tað er í andróðri at vøddarnir vaksa, og tað hava tit prógvað fyrr, at ongar avbjóðingar eru so stórar, at tit ikki við egnum mátti megna at takla tær og skipa viðurskiftini soleiðis, at hesin pulserandi býurin gongur kykur av lívið, kreativiteti og stremban.
Byrjaði við einum illbrýntum íslendskum listarmanni og endi við einum øðrum íslendingi, sum var beitingar- & útróðrarmaður í Klaksvík í sjeytiárunum. Pápi hansara var hýruvognssjafførur í Reykjavík. Fyrsta skaldsøga hansara nevndist "Riddarar hringstigans" og tá ið pápin hevði lisið hana heitti hann á skaldið um fáa sær leisens til taxakoyring. Mundi ikki halda, at ein spískaður blýantur kundi breyðføða einum vaksnum manni. Hesin fyrrverandi útróðrarmaðurin eitur Einar Már Guðmundsson, nú ein hin kendasti rithøvundur í Norðurlondum. Fekk fyri fáum árum síðani bókmentavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum.
Einar Már og Tóroddur Poulsen, yrkjari, bohémur, tofta- & havnamaður, hittust á eini café í Keypmannahavn fyri kortum. Tosaðu um mangt og mikið. Aftur og fram. Síðani fall tosið inn á spurningin um Norðurlond ikki áttu at fingið sær ein felags høvuðstað, ein savnandi metropol, sum kundi standa upp ímóti og mát við aðrar stórbýir úti í heimi. Tóroddur helt Havnina, Nuuk og Reykjavík vera ov smár í hesum høpi, men kundi ikki rættiliga taka støðu til um tað skuldi verða Oslo, Stockhólmur, Helsingfors ella Keypmannahavn. Einar Már lat seg ikki sannføra av hesum føroyska stórbýarkomplexinum, og síðani segði hann tey kendu, legendarisku, orðini, tað finst bara ein býur í Norðurlondum har sum alt er sum onga aðrastaðir. Og tað er í Klaksvík. Hann skal verða høvuðsborg norðurlanda, – um ein avgerð av slíkum slagi einaferð verður tikin. So ymiskliga upplivdu teir báðir Bubbi og Einar Már Norðoya móður, og eg hugsi at Morthens, kenni eg hann rætt, man vera dragnaður í síni fatan og kenni meg vísan í, at vit sum eru stødd í Vágstúni í kvøld eru so sára samd við áskoðanini hjá mannininum, sum ongantíð fór at koyra hýruvogn, men í nógv ár hevur liva av tí, sum hann megnar at transformera úr heilakyknunum, niður ígjøgnum spískaða blýantin og út í sínar veldugu bøkur. Framhaldandi góða Norðoyastevnu.




