Annika Petersen, ið flestu klaksvík-ingar munnu kenna sum "The Grand Old Lady" innan ferðavinnuna í Norðoyggjum, byrjaði sum ung á Atlant Tourist í Klaksvík.
Tá Norðlýsið var í London á fyrsta túrinum á nýggju rutuni hjá Atlantsflog, var tað ongin annar enn Annika Petersen, úr Klaksvík, sum tók ímóti okkum í London.
Atlantsflog hevur havt skrivstovu í London nú í útivið tvey ár og ídag er tað Annika, ið stendur fyri hesi deildini hjá Atlantsflog.
Stór móttøka var í Stansted lufthavnini í London tá vit komu, har vit blivu bjóðaði pinnamat og champagnu. Vit brúktu høvið at fáa eitt prát við Anniku, og spurdu nær hon byrjaði í ferðavinnuni.
Ja, eg kann siga, at eg havi nærum ikki arbeitt aðrastaðni enn í ferðavinnuhøpi alt mítt lív. Tað byrjaði í 1969, tá eg var 20 ára gomul. Alex Sólstein Bergur Jacobsen og Johnbert Poulsen, møguliga saman við øðrum, stovnaðu tá eina ferðaskrivstovu í Klaksvík, ið kallaðist Atlant Tourist. Eg minnist at tað hendi nógv tað árið eg arbeiddi har, millum annað skipaðu teir fyri at vit leigaðu ferðamannaskipið Tjaldrið hjá Skipafelagnum ein túr til Hetlands.
Hjá Atlant Tourist var eg í eitt ár og fór síðani til Danmarkar, har eg fekk starv hjá charterfelagnum Spies Rejser. Har kundi verið mangt at sagt frá, men eg má siga, at eg treivst væl har og arbeiddi hjá Spies Rejser í fýra ár, til vit fluttu aftur til Klaksvíkar at búgva.
Eg var síðani heimagangandi í nøkur ár, til Kunningarstovan, sum tá nevndist KF-stovan í Klaksvík varð sett á stovn í 1984. Kunningarstovan skipaði tá nógv fyri útferðum við báti kring Norðuroyggjar, serliga var tað Medicus, ið var brúktur til túrarnar, men vit skipaðu eisini fyri útferðum við Smyrli kring oyggjarnar. Hesir túrarnir vóru sera væl umtóktir og eisini túrarnir við Pride, har vit fleiri ferðir vóru í Mikinesi og eisini úti í Fugloy.
Í 1988 var ætlanin at kunningarstovan og Strandferðslan skuldu leggjast saman til eina ferðaskrivstovu í Norðoyggjum og tí flutti eg úr hølunum í Nólsoyar Pálls Gøtu og oman á Strandferðsluna at arbeiða tá. Samanleggingin bleiv av ongum, men eg helt á við at arbeiða á Strandferðsluni í umleið 8 ár.
Tað var soleiðis tað tíðina, at Strandferðslan hevði Smyril siglandi til Aberdeen og tað gav okkum nógv arbeiði, harafturat seldu vit eisini flogferðaseðlar, so vit høvdu úr at gera. Mítt økið var eisini at skipa fyri bólkaferðum kring um í Skotlandi og eg haldi framvegis at tað var harmuligt at hendan rutan varð niðurløgd, tí vit sóu ein áhaldandi áhuga fyri sambandinum til Skotlands tey árini Smyril sigldi og nógvir føroyingar brúktu møguleikan at fara bólkaferðir til Skotlands, tað var ikki dýrt at ferðast við Smyrli og harafturat var bíligt at keypa í Skotlandi tá.
Men rutan bleiv sum flestum kunnugt niðurløgd og ferðaskrivstovan hjá Strandferðsluni bleiv stongd, so eftir at hava verið við hús í stutta tíð, byrjaði eg hjá Atlantsflog í 1998
Fyrstu tíðina arbeiddi eg burturav vesturi í Vágunum, tað var eitt sindur óhøgligt tá, at búgva í Klaksvík og arbeiða á Flogvøllinum, tí tú skuldi jú við tveimum fergum fyri at koma til og frá arbeiði. Tí hevði eg tað tíðina eitt verilsi har vesturi at sova í, tí til bar ikki at ferðast allan hendan teinin hvønn dag.
Men seinnu árini hevur Atlantsflog havt egna skrivstovu í Klaksvík og tað er her eg arbeiði til dagligt, sjálvt um eg í løtuni eri í London og royni at vinna Atlantic Airways fótafesti her.
Mær hevur altíð dámt at arbeiða í hesi vinnuni og eg má siga, at Altantic Airways hevur verið eitt gott arbeiðispláss øll hesi árini, sigur Annika Petersen at enda úr London.




