Barbara Mikkelsen, leiðari á byggideildini hjá Landsverk greiddi í høvuðsheitunum frá, hvussu hesar 15 milliónurnar vóru brúktar at betra um karmarnar hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi at arbeiða undir, Hon segði millum annað á móttøkuni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í gjár:
Umframt umbyggingina á 5 hædd, sum svarar til uml. 950 bruttofermetrar, eru vindeygu skift í bygningi frá 1960, (tað varð gjørt í 2012 og 2013) lyftan er høvuðsumvæld, iltmiðstøð er stovnað, og bygningur frá 1960 er betongumvældur, høvuðstrappa er umvæld og gula húsið er tømt og ruddað.
Ráðgevingin varð boðin út í kapping, og vóru tað sum Arkitektar 99 vunnu kappingina. Sáttmáli um høvuðsráðgeving varð undirskrívaður 17. des. 2013, og farið varð undir prosjektering.
Byggiarbeiðið varð boðið út, og lisitatión var 20. mai. 2014.
Sáttmáli um høvuðsarbeiðstøku varð skrivaður við Búsetur 02.juli.2014, Og byggiarbeiðið fór í gongd.
Byggingin varð handað Landsverki 22. des. 2014, og hava manglar verið framdir hareftir.
Tá ið talan er um umbygging, kunnu nógvar avbjóðingar, ið ein ikki kennir koma óvart á. At bygt verður um í einum bygningi, ið er í brúki og enntá eitt sjúkrahús, ger ikki avbjóðingarnar færri. Men arbeiðið er framt í góðum samstarvi millum partarnar.
Vit gleðast um at vit nú hava rokkið á mál við hesum partinum.
At enda takkaði Barbara Mikkelsen frá Landsverk øllum fyri gott samstarv.




